Seinastu tíðina hevur ivi verið um, hvar 19 ára gamli U21-landsliðsleikarin, Hákun Edmundsson, spælir í komandi kappingarári. Miðvallarin hevði upprunaliga sáttmála við NSÍ, ið var galdandi fyri hetta kappingarárið, men vegna ósemjur um løn ynskti spælarin at royna seg aðrastaðni.
Les eisini: Hákun helst til uppflytarar
Nú skuldi tað verið greitt, at tað verður barndómsfelagið hjá Hákuni Edmunssyni, B68, ið heintar leikarin til felagið. Feløgini hava ikki váttað skiftið, men sambært leikarayvirlitinum hjá FSF er Hákun Edmunsson skiftur til B68. Talan er um leigusáttmála, ið er galdandi fyri kappingarárið 2016. Leikarayvirlitið hjá FSF sæst HER.
Sum nevnt omanfyri, so er B68 barndómsfelagið hjá Hákuni. Hann spældi seinast við B68 í 2014, tá ið toftamenn fluttu niður í næstbestu deildina. Sambært keldu vandi Hákun Edmundsson á fyrsta sinni við B68 í gjár.










