Hákun hevur spælt seinasta dystin fyri Skanderborg Århus

Skanderborg Århus tapti í seinasta dystinum hetta kappingarárið

Í dag endaði tíðarskeiðið hjá føroyska landsliðsleikaranum, Hákuni West av Teigum í Skanderborg Århus.

 

Skanderborg Århus tók á heimavølli móti Fredericia í tí seinasta dystinum í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Fredericia vann dystin 26-24. Skanderborg Århus var annars á odda 13-11 í steðginum. 

 

Skanderborg Århus endaði aftast í bólki 2 við trimum stigum. 

 

Hákun skoraði trý mál í seinasta dystinum fyri eysturjútlendska felagið. Skanderborg Århus rakk í farna kappingarárinum endaspælinum og áttandapartsfinalunum í EHF European League.

 

Hákun skiftir til Füchse Berlin komandi kappingarár, men áðrenn tað skal hann saman við gylta ættarliðnum spæla U21 HM-endaspæl í Týsklandi millum 20. juni og 2. juli.