Haiti undir í vatni

Gloprarregn elvdi um vikuskiftið til vatnflóð í Haiti, og sambært myndugleikunum eru minst 57 fólk druknað.

Ringast stendur til í landspartinum Artibonite har norðuri í landinum, tí har fór áin Laquinte upp um bakkarnar og legði stór øki undir í vatni. Nógv hús skolaðu burtur, og bæði vega- og telefonsambandið slitnaðu. At kalla allur býurin Gonaives stendur undir í vatni, og myndugleikarnir siga, at fleiri fólk í býnum eru ikki komin afturíaftur. Umleið 380 fólk í býnum eru flutt á sjúkrahús.

Tað nógva avfallið í Haiti komst av tropiska storminum Jeanne, sum undan vikuskiftinum herjaði í Dominikanska Lýðveldinum, sum er hin parturin av oynni Hispaniola.