Hafnia í nýggjum hami

Herfyri lat Hotel Hafnia upp aftur eftir at hava verið stongt í fleiri mánaðar. Elsta hotellið í Havn hevur fingið eina stóra dagføring og er nú púra klárt til summarið, ið stendur fyri framman.

Í sambandi við stóru dagføringina hevur Hotel Hafnia leitað nógv aftur í søgubøkurnar, og tí hevur hotellið í dag ein samleika, sum er nógv merktur av staðsetingini í hjartanum av Havnini.

 

Øll kømurini eru dagførd og eru prýdd við gomlum myndum úr nærumhvørvinum. Í sambandi við dagføringina og tær um- og útbyggingar, sum annars eru gjørdar á hotellinum seinastu árini,  er man eisini komin fram á ymiskt, sum veruliga hevur víst, hvussu hotellið sá út í gomlum døgum, og hvørjir litir vóru brúktir á hotellinum. Hesar litir hevur man í stóran mun valt at brúka í sambandi við nýggjum dagføringina.

 

Tí er Hotel Hafnia í dag eitt eitt sindur óvanligt hotel í mun til so nógv onnur nýmótans hotel. Tí tað er nógv meiri litríkt enn flestu onnur hotel, og tað kennist onkursvegna øðrvísi, enn tað er á øðrum hotellum.

 

##ms##

 

Pætur Trónd Thomsen, hotelstjóri, sigur, at tey hava valt at halda fast í søguni hjá hotellinum, og tí hevur man eisini roynt at endurnýtt so nógv sum møguligt av gomlum lutum, sum hava tilknýti til Hotel Hafnia.

 

Myndamaður okkara hevur verið á vitjan á Hotel Hafnia og í smáttunum, sum hotellið eisini eigur í grannalagnum, og sum verða leigað út til gestir.