Ein kann spyrja, hvat endamálið við slíkum er. Fyri ein uttanfyristandandi kundi tað sæð út sum ?skipaninin? við kæruni, ið svarað var uppá, sá eitt høvi til alment at staðfesta sín autoritet yvir eina av minnu kommununum í landinum. Miðfyrisitingin fekk eitt høvi at vísa hvussu greiðar reglur, hon hevur at ganga eftir. Sambært løgmansskrivstovuni var ein starvsetan framd av einum bygdarráði, har ein svágur tann setta atkvøddi á bygdarráðsfundi. Uttan at taka støðu til hettar einstaka málið, so mátti løgmansskrivstovan havt onnur meira týdningarmikil habilitetsmál á skránni. Vit hava eitt nú dømi um bygningar, ið landsstýrið leigar frá landsstýrismonnum ella konu teirra. Dømi er í miðfyrisitingini, har familjulimir í einum stýri hava gjørt viðmerkingar til mál framd av øðrum stýri, har annar familjulimur situr í týdningarmiklum starvi og tí hevur verið partur av máli. Sipað verður her til eina viðmerking frá Lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum móti útsagni frá fakfeløgum í samband við handfaringini hjá Vinnumálastýrinum í ætlaðu samanleggingini av Landsverkfrøðinginum og Strandferðsluni.
Løgmansskrivstovan sum partur av miðfyrisitingini hevur kannað annan part av miðfyrsitingini í landsverksfrøðingsmálinum ? aftur ein habilitetstrupulleiki.
Mannagongdir eru rættiliga áhugaverdar at tosa um. Hvussu ber tað til, at Vinnumálastýrið kann seta stjórar í almennum partafeløgum uttan tað so mikið sum verður sligið upp á ein neystavegg? Her kundi bæði Løgmansskrivstovan og Vinnumálastýrið lært av Nólsoyar Kommunu ? har fær um ikki annað onkur av almenninginum høvi at søkja. Eisini eru týdningarmikil deildarleiðarastørv í miðfyrisitingini við ábyrgd av nógvum stovnum, ið ongantíð eru lýst leys alment. Hvat nyttar tað at finnast at tíðarfreistum og mannagondum í smákommunum, um toppurin í landinum verður mannaður uttan at fólk fáa høvi at søkja hesi størv? Hvussu kann tryggjast, at tey best skikkaðu sleppa framat, um almenn stjórastørv og deildarleiðarastørv ikki verða lýst leys?
Sjálvandi skal ein kæra svarast, men teir høgu standardir, løgmansskrivstovan krevur av kommunum, eiga fyrst og fremst at verða framdir í miðfyrisitingini sum fyridømi fyri kommunur og onnur.
Ansast má eisini eftir, at man ikki drepur áræði í smærru kommununum við yvirbureaukratisering. Kommunalu umsitingarnar eru ikki nærum tvífaldaðar tey seinastu 5 árini sum miðfyrisitingin. Ein lítil kommuna hevur hvørki tíð ella fíggjarliga orku til at niðurseta arbeiðsbólkar hvørja ferð eitt mál skal fremjast. Føroyskar smákommunur hava dugað væl at framt loysnir, ið tykjast at vera ein trupulleiki á størri plássum. Er okkurt, ið átti at verið gjørt øðrvísi, so krevst konstruktivur kritikkur og góðar fyrimyndir frá miðfyrsitingini heldur enn ábreiðslur.