H71 – Neistin 20-11 (Hálvlekur)

Tað verður neyvan nøkur endurtøka av spennandi steypadystinum millum feløgini í kvøld. H71 er greitt omaná og á odda 20-11 í hálvleikinum.

 

Fyrri hálvleikur kann deilast upp í tríggjar partar. 1. partur, har H71 kom best frá byrjan og var eitt skifti á odda 6-2. 2. partur, har Neisitin arbeiddi seg inn í aftur dyst til bara eitt mál var á muni. Og 3. partur, har H71 hevði sína bestu løtu og skoraði níggju mál, meðan Neistin bara fekk eitt mál.

 

Fyri H71 tykjast Bogdan Florea og Rúni Højgaard væl upplagdir. Hjá Neistanum er ilt at seta navn á einstakar spælarar, sum spæla betri enn hinir.

 

Atlantic Airways deildin:

H71 – Neistin 20-11 (Hálvleikur)