H71 mótstøðan er úr Kekkia

Í triðja umfari í EHF Europa League fer H71 at spæla ímóti Slavia Prag

Mynd: H71

So er tað greitt, at kvinnuliðið hjá H71 í triðja umfari í europeisku kappingini fer at spæla ímóti Slavia Prag úr Kekkia. Kekkiska liðið vann í øðrum umfari sannførandi sigrar ímóti Holon HC úr Ísrael. Fyrri dysturin endaði 41 – 21, og seinni dysturin endaði 30 – 15. Tað vil siga, at kekkiska liðið samantalt vann 71 – 36.

 

Enn er tað ikki greitt, hvar dystirnir verða spældir. Feløgini eiga ein heimadyst í part, men tað kemur ofta fyri, at feløgini av fíggjarligum ávum semjast um at spæla báðar dystirnar á einum og sama stað. Til dømis var tað í Eysturríki, at H71 fyri stuttum vann báðar dystirnar ímóti SC Ferlach. Tá vóru úrslitini 30 – 23 og 29 – 20.

 

Kekkiska liðið hevur sjey ferðir vunnið landskappingina í Kekkia, síðani Kekkia og Slovakia fóru hvør til sítt – í 1994, 1999, 2000, 2001, 2002, 2007 og í 2010.

 

Mynd: H71