Freistin at finna eina semju um fyrru Europa Cup fjórðingsfinaluna millum H71 og Galychanka var úti klokkan 13, uttan at nøkur semja fekst. – Tí fer ferðalagið hjá H71 nú heimaftur til Føroya, sigur Anna Dam, H71-forkvinna við heimasíðu felagsins h71.fo.
Anna Dam sigur, at H71 bjóðaði seg til at skipa fyri dystinum í Polandi, og at ein høll var til taks í Warszawa seinnapartin mánadagin, har dysturin kundi spælast. Men hóast H71 enntá bjóðaði sær til at skipa fyri dystinum í Polandi, umframt at bera allan kostnaðin av tí, umframt at rinda Galychanka 20.000 krónur fyri mistar áskoðarainntøkur, var ukrainska liðið hvørki til at høgga ella stinga í.
Tí ferðast hópurin hjá H71 heim úr Póllandi í kvøld uttan at hava spælt dystin, ið av røttum skuldi spælast klokkan 12 í dag, føroyska tíð.
HER ber til at lesa samrøðuna Hilmar Jan Hansen hevur við Annu Dam, forkvinnu hjá H71 á heimasíðu felagsins.











