H71 hevur takið á VÍF í Vestmanna

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Andrias Eriksen er sera harmur um seinastu heimadystirnar ímóti H71

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Andrias Eriksen hjá VÍF, sum skoraði tvey mál, tá VÍF á heimavølli í dysti í FTZ deildini tapti 23-27 (10-15) til H71. Fyri stuttum tapti VÍF eisini rættiliga greitt í Vestmanna ímóti H71. Tá var tað í hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini.

 

Andrias Eriksen tekur dýran til um ringu gongdina hjá VÍF ímóti H71 í Vestmanna seinastu dystirnar.

 

Andrias Eriksen slær tó fast, at tað eisini var tungt hoyggj hjá VÍF at vinna seg í FM-finaluna í fjør, og líkt er til, at tað aftur í ár verður eitt stórt stríð at vinna seg so langt í einari kapping, sum Andrias metir verða millum KÌF, VÍF og Kyndil um at skula spæla ímóti H71 í FM-finaluni.