H71 ella Neistin tryggjar fremsta plássið í dag

Grundspælið í Okkaradeildini verður avgjørt í dag - Sí greining og meting av torskiltu støðuni her

Í hesum fyrsta kappingarárið við nýggja kappingarleistinum í Okkaradeildini, eru bæði støddfrøðisligar og ítrottarligar støður, ið kunnu gerast avgerandi.

Í dag verður seinasta umfarið í grundspælinum í Okkaradeildini leikt, og har er spenningur um fremsta plássini, hóast tey fýra hálvfinaluliðini longu eru funnin.

 

 

Nógvar støður kunnu gera seg galdandi, og In.fo fer her niðanfyri at greiða frá støðuni, ið sanniliga ikki er so einføld.

 

 

Fremsta plássið hevur tann fyrimunin, at vinnarin sleppur at velja sær mótstøðuliðið í hálvfinalunum.

Harafturat geva tvey tey fremstu plássini heimavøllarfyrimun í hálvfinalunum. Tað vil siga at um neyðugt er við eini triðju hálvfinalu, so verður hon spæld á vøllinum hjá ovara liðnum.

 

 

Lat okkum fyrst hyggja at støðuni í Okkaradeildini undan seinasta umfari:

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1Neistin174563896725
2H71174343874723
3VÍF174794394023
4Kyndil174404013919
5KÍF18452444818
6StÍF17390467-7710
7Team Klaksvík17408532-1242

 

 

 

 

Undan seinasta umfari hevur Neistin 25 stig, meðan  H71 og VÍF hava 23 stig

Í dag spæla Neistin og VÍF tí spennandi dyst, ið fer at avgera endaligu støðuna í grundspælinum.

 

Setningurin hjá Neistanum er greiður. Við minst einum stigi í dag, er fremsta plássið tryggjað, men skuldi VÍF vunnið, kann Neistin enda heilt niðri á triðja plássi. Hetta hendur um H71 samstundis vinnur á Team Klaksvík.

 

 

Tá høvdu tey trý fremstu liðini enda á 25 stigum, og so eru tað innanhýsis úrslitini millum tey trý, ið ger av hvussu endaliga úrslitið verður.

H71 liggur sera væl fyri í hesum rokniskapi, orsakað av at liðið hevur vunnið allar sínar dystir á VÍF. Tí endar H71 ovast í hesum føri, VÍF gerst nummar tvey og Neistin fær triðja plássið.

 

 

Innanhýsis rokniskapurin undan seinasta umfari sær soleiðis út:

 

 

           V          J          T           stig      málmunur

 

H71     3          2          1          8         +14

VÍF      2          0          3          4          -13

Neistin 1          2          2          4          -1

 

 

Ein serliga margháttlig støða kemur síðani upp í. Tí spurningurin er, um VÍF hevur nakran áhuga í at enda á øðrum plássi um tað merkir at H71 endar á fremsta plássi.

H71 og VÍF hava spælt tríggjar landskappingardystir og ein steypadyst fyrr í ár, og í øllum fýra førum hevur H71 vunnið greiðan sigur.

 

Tí skuldi tað verið lætt at ímynda sær, at H71 velur sær VÍF sum mótstøðulið í hálvfinalunum, og tá er einki vunnið hjá vestmenningum í mun til at enda á triðja plássi.

Vinnur Neistin fremsta plássið, kann VÍF vóna, at Neistin velur sær H71 sum mótstøðulið. Av teimum fýra ovastu, hevur Neistin bestu úrslitini móti H71 - við einum sigri og tveimum javnleikum.

 

Men taka vit steypakappingina uppí, so vann Neistin har tvær ferðir á Kyndli, so tað kann hugsast at Neistin helst ynskir sær grønu grannarnar - Og tá endar VÍF aftur í klørnum á H71.

 

Altso er torført at síggja sær, hvat tvey stig móti Neistanum fara at gagna vestmenningum, so spurningurin er hvussu nógv VÍF fer at leggja fyri í dystinum í dag - serliga havandi í huga, at hálvfinalurnar byrja longu mikudagin.

 

Hoyvíkingar vóna framvegis, at VÍF fer at hjálpa ráðandi Føroyameistarunum upp á fremsta plássið, og tað er als ikki óhugsandi. VÍF hevur nevnliga vunnið báðar sínar dystir móti Neistanum hetta kappingarárið. Og tað verður eingin ivi um, at VÍF fer á vøllin fyri at vinna.


Dystirnir í Okkaradeildini í dag:

H71 - Team Klaksvík klokkan 16.00

Neistin -  VÍF klokkan 16.00

Kyndil - StÍF klokkan 20.00