Høvuðsstaðurin á talentveiðu

Oddagrein:

Soleiðis ljóðar yvirskriftin í tíðindaskrivi frá Tórshavnar Kommunu, sum arbeiðir við eini stórari ætlan, ið skal skapa nýggj arbeiðspláss og fleiri skattakrónur og harvið styrkja trivnaðin og vælferðina í kommununi og landinum sum heild. Borgarstjórin fer til London at vera við í tiltaki fyri útisetar.
Spurningurin um at fáa føroyingar, ið fara av landinum at útbúgva seg, heimaftur er frammi við jøvnum millumbili. M.a. hevur Norðuratlantsbólkurin í Fólkatinginum við Tjóðveldi á odda gjørt eitt stórt arbeiði fyri at fáa lýst hetta stóra mál, eitt nú í samstarvi við Tórshavnar Kommunu.
Og nú verður so enn ein kanning, hesaferð av føroyingum, sum lesa í Stórabretlandi, løgd fram. Niðurstøðurnar í flestu av kanningunum eru tær, at føroyskur ungdómur, sum fer av landinum at útbúgva seg, velur ofta ikki at koma heimaftur eftir lokna útbúgving. Orsøkirnar kunnu vera ymiskar, ein er at hevur tú fest røtur og fingið familju og arbeiði í øðrum landi, so hevur tú ilt við at leita heimaftur. Annað er so tað at møguleikarnir fyri at fáa arbeiði í Føroyum eftir lesturin eru avmarkaðir. Kanningarnar vísa tó eisini, at føroyingar undir útbúgving aðrastaðni vita ov lítið um, hvørjir vinnumøguleikar eru í Føroyum.
Hetta ynskir so landsins størsta kommuna at gera nakað við.
Kommunan ásannar, at nýggjar og globaliseraðar tíðir krevja nýggjar og globaliseraðar strategiir, og tí arbeiðir kommunan saman við vinnuni, pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og vitanarstovnum miðvíst við at gera høvuðsstaðin enn meira dynamiskan, so hann gevur teimum, sum longu búgva her, góðar umstøður at arbeiða og stovna virksemi, samstundis sum hann megnar at draga talentini til sín uttan úr heimi.
Kommunan hevur sett sær fyri at kappast við útlendsku metropolarnar um at ta best útbúnu arbeiðsmegina og um talentini við teimum bestu royndunum og størstu drívmegini. Kommunan vil hava fatur á so nógvum borgarum, sum tilber, ið kunnu verða við til at menna nýtt vinnulív og skapa nýggj arbeiðspláss.
Vit kunnu bara fegnast um, at ein føroysk kommuna brúkar orku uppá slíkt mál og vónandi gevur tað úrslit, at borgarstjórin í landsins størstu kommunu nú fer til London at røða fyri lesandi føroyskum ungdómi har. Hóast hetta er ein gongd, sum krevur orku og tíð, so er gott, at spónurin verður sett í – at almennir myndugleikar í Føroyum eru varugir við tær avbjóðingar og vandar, sum lúra, fer henda gongd at halda fram, at støðugt færri útbúnir føroyingar koma heimaftur. Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at tað gott at fáa royndir at arbeiða í útlandinum og kunna koma heimaftur við hesum royndum. Hinvegin er hetta ikki bara so einfalt, tí nógv, sum gera av at fáa sær familju og arbeiði í útlandinum, gerast so fastgrógvin í nýggja heimlandinum, at tey hava ilt við at venda heimaftur.
Hvat og hvussu enn hendir, so er grundarlagið undir øllum, at vit framhaldandi menna hesar oyggjar og skapa vøkstur, soleiðis at tað er pláss fyri útbúnum føroyingum at koma heimaftur. Her mugu vinnulív og myndugleikar ganga hond í hond.