Á fundi í Reykjavík um vikuskiftið millum borgarstjórarnar o.o. umboð fyri býráðini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn, varð avgjørt at víðka Grunnin Tórshavn-Nuuk til eisini at umfata Reykjavík.
Á fundinum skrivaðu borgarstjórarnir Agnethe Davidsen, Ingibjørg Sólrun Gisladóttir og Leivur Hansen undir uppskot til viðtøkur fyri nýggja grunnin.
Uppskotið verður nú lagt fyri tey trý býráðini til góðkenningar. Málið er á skránni fyri regluliga býráðsfundin í Havn hóskvøldið.
Grunnurin hevur til endamáls at økja um forstáilsið og samstarvið millum politikarar og borgarar í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn og at veita fíggjarligan stuðul til tiltøk innan mentan, undirvísing og ítrótt.
Í grunninum Tórshavn-Nuuk, ið varð stovnaður í 1988, eru í løtuni umleið 300.000 krónur tøkar, og eftir ætlanini skal Reykjavíkar býráð seta 150.000 kr. aftrat í grunnin sum sín part, soleiðis at samlaða upphæddin verður 450.000 krónur.
Býráðini skulu harumframt rinda 53.000 krónur hvørt í grunnin um árið.
Tórshavn-Nuuk grunnurin hevur tey 11 árini, hann hevur verið til, veitt stuðul til ymisk mentanarlig tiltøk annaðhvørt ár, men nú grunnurin er víðkaður til at umfata allar tríggjar høvuðsstaðirnar í útnorði, er avgjørt at veiða stuðul á hvørjum ári.
Fyrstu ferð verður á fundi í Reykjavík í juni mánað næsta ár í sambandi við at Reykjavík er ein av teimum 9 europeisku býunum, ið eru kosnir mentanarbýir ár 2000.
Annars er ætlanin, at stýrið fyri grunnin í framtíðini skal hava sínar árligu fundir upp á skift í teimum trimum høvuðsstøðunum.
Fastir limir í stýrinum verða teir tríggir borgarstjórarnir og tveir aðrir býráðslimir úr hvørjum av teimum trimum býráðunum, t.v.s. níggju íalt.
Umframt borgarstjóran umboðaðu Jan Christiansen varaborgarstjóri og Heðin Mortensen annar varaborgarstjóri Tórshavnar býráð á fundinum í Reykjavík um vikuskiftið.