Nevndin í Høvuðsstaðargrunninum gjørdi í gjár av at játta tilsamans 300.000 krónur til ymsar verkætlanir í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn.
Endamálið hjá Høvuðsstaðargrunninum fyri útnorður er at styrkja fatanina og samstarvið millum borgarar og politikarar í Reykjavík, Tórshavn og Nuuk við at stuðla mentanarligum virksemi og undirvísing.
Fæið í grunninum er peningur, sum Reykjavíkar kommuna, Tórshavnar kommuna og Nuuk kommuna játta árliga. Grunnurin játtar hvørt ár verkætlanum tilsamans 300.000 kr.
Á fundi 24. mai í 2013 í Nuuk hevur nevndin viðgjørt innkomnu umsóknirnar. Niðanfyri síggjast føroysku verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul.
Tórshavnar Kamarkór: Konsertferð til Reykjavíkar. Kórið hevur konsert saman við kórinum Hjlómleyki í Hørpuni og egna konsert í Hallgrímskirkjuni. Kórverk er skrivað til ferðina, og endamálið er at knýta bond og læra av royndunum hjá hvør øðrum.
Játtaðar eru 30.000 kr.
Frigg Festivalurin við Hans Peturi í Brekkunum: Endamálið er at skipa fyri einum árligum tónleika- og mentanarfestivali á Grønlendska Handilsplássinum í Keypmannahavn við listafólkum úr Føroyum, Grønlandi, Íslandi og Danmark.
Játtaðar eru 60.000 kr.
Havnarkórið við Jannie Bjørgvin: Endamálið er ein konsertferð til Reykjavíkar at framføra Messias hjá Händel.
Játtaðar eru 20.000 kr.
Edvard Nyholm Debes: Endamálið er tvær konsertir í Reykjavík við Sigurði Flosasyni á saxofon og tvær konsertir í Nuuk við Jim Milne á klaver, harmoniku og øðrum ljóðførum. Verkstovur verða í Nuuk.
Játtaðar eru 10.000 kr.
Í Høvuðsstaðargrunninum fyri útnorður eru níggju limir, teir tríggir borgarstjórarnir og tveir aðrir býráðslimir úr hvørjum landi. Fyri Tórshavn sita Heðin Mortensen, borgarstjóri, Jógvan Arge, 1. varaborgarstjóri, og Elin Lindenskov, 2. varaborgarstjóri, í nevndini. Umboðini fyri Reykjavík eru Jón Gnarr, borgarstjóri, og Dagur B. Eggertson og Sóley Tómasdóttir. Fyri Nuuk eru Asii Chemnitz Narup, borgarstjóri, og Per Berthelsen og Malene Lynge í grunninum.