Høvuðsstøðin hjá Sosialdemokratunum hersett

18 fólk tóku seg inn á høvuðsstøðina hjá Sosialdemokratunum í Keypmannahavn. Løgreglan bleiv biðin um at fáa tey út. Tey 18 siga seg umboða ein bólk, sum tey kalla ?Aktionsgruppen for frustrerede københavnere?, og tiltak teirra hevur samband við, at løgreglan tók ungdómshúsið á Nørrebro í gjár.

Danska útvarpið sigur, at sosialdemokratiski floksformaðurin, Helle Thorning Schmidt, hevur biðið løgregluna fáa teir óbodnu gestirnar út.

Talsmaðurin hjá teimum 18, Pil Christensen, sigur, at átak teirra er ætlað sum eitt mótmæli ímóti, at Sosialdemokratarnir hava víst lítlan áhuga fyri at loysa trætuna um ungdómshúsið á Nørrebro.

Hon legði afturat, at tey ætla sær ikki at fara úr høvuðsstøðini hjá Sosialdemokratunum við góðum. Men tá løgreglan kom á staðið, valdu tey 18 kortini at fara út.