Tíðindini um at Ben Arabo er koyrdur frá sum stjóri í Betri-samtakinum komu sum eitt snarljós av klárum himli fyrr í dag. Men eins brádligt sum tíðindini komu, líka kvirt hevur tað verið síðan.
Miðlahúsið hevur tosað við Ben Arabo, nú fyrrverandi stjóri í samtakinum, men hann hevur onga viðmerking til málið.
Heldur ikki Teitur Nolsøe Poulsen, ið legði frá sær sum næstformaður í nevndini í gjár, tí hann var ósamdur við avgerðina at koyra stjóran, hevur nakra aðra viðmerking enn tað, ið stendur í tíðindaskrivinum.
Í staðin vísa teir báðir til, at tað er Aslaug Gisladóttir, nevndarforkvinna í Betri-samtakinum, ið úttalar seg í málinum.
Miðlahúsið hevur allan seinnapart roynt at fingið eina viðmerking frá Aslaug Gisladóttir, men hevur tað ikki eydnast enn.
Í tíðindaskrivinum verður upplýst, at samstarvstrupulleikar eru orsøkin til, at nevndin hevur sagt stjóran úr starvið. Ben Arabo tók við sum stjóri í samtakinum 1. desember í fjør.
Evy J. Jacobsen, vinnukundaleiðari í Betri Banka, er sett sum fyribils forstjóri, meðan Gunn Danielsen hevur tikið við sessinum sum næstforkvinna í Betri-samtakinum.