Tað hava verið rættiliga nógv full fólk í býnum í Havn í óveðrinum í nátt og tað hava bæði løgregla, portørar, læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, havt nógv arbeiði av.
Løgreglan sigur at mitt í nátt var brúk fyri sjúkrabili heilar fýra ferðir – upp á átta minuttir. Tað er meiri enn portørar klára, so løgreglan mátti sjálv koyra onkran av túrunum út á skaðastovuna.
Løgreglan sigur, at talan var alt um full fólk, sum vóru dottin og høvdu fingið so frægt av skaða í høvdið í beinið, og aðrastaðni, at mett varð, at tað var frægast, at tey komu undir læknahond.
Løgreglan hevur eisini sjálv koyrt fólk til hús, sum vóru so drukkin, at tey ikki kláraðu seg sjálvi.
Somuleiðis hevur løgreglan tikið tveir bilførarar fyri at koyra við kenning, ein í Runavík og ein í Havn og ein maður er skuldsettur fyri harðskap eftir at hann slóð ein annan mann uttan fyri eitt skeinkistað í Havn.
Hann er eisini skuldsettur fyri at bróta lógina um rúsevni, tí tá ið løgreglan kannaði hann, hevði hann eisini eina lítla nøgd av hassji uppi á sær.