Høvdu nýggjan spælmotor umborð

- Vónandi kann føroyskur maskinverkstaður hjálpa okkum at sleppa avstað aftur í kvøld, sigur íslendskur uppsjóvarskipari.

 

Seinnapartin í dag kom íslendski uppsjóvartrolarin Margret á Runavík. Teir noyddust at bróta túrin av, tí ein spælmotorur gekk fyri.

 

Tað veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga í dag. Lagt verður aftrat, at Margret hevði havt eitt hál eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, tá motorurin brotnaði, og 400 tons vóru í hálinum.

 

Teir hava ein nýggjan motor umborð, og við hjálp frá føroyskum maskinverkstaði vóna teir at sleppa aftur til fiskiskap í kvøld.

 

Skiparin á Margret, Birgir Hreinisson, veit at siga, at níggju íslendsk skip royna eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi. Hini eru í løtuni í Íslandi og landa.

 

- Íslendska svartkjaftakvotan er 275.000 tons, og hon er býtt út á tey 16-17 uppsjóvarskipini, sigur skiparin, Birgir Hreinisson, við sjómanstrúboðaran, sum vitjaði umborð.