Høvdu harða venjing

Menn lótu bara væl at venjingini, sum var á einum vølli, ið liggur beint við leikvøllin Ceahlăul Stadium, har landsdysturin verður spældur mikukvøldið.

 

Brian Kerr hevur gjørt greitt, at tað er umráðandi, at leikararnir fáa so nógva hvíld sum gjørligt. Tí hevði hann bara eina venjing í dag og tí verður eisini bara ein venjing í morgin. Henda verður á sjálvum Ceahlăul Stadium, sum bara liggur tíggju minuttir til gongu frá hotellinum, har leikararnir búgva í Piatra Neamt í Rumenia.

 

Hóast tað ikki verður fyrr enn í annaðkvøld, at vant verður á stadion, so hevur føroyski hópurin longu verið og hugt at umstøðunum har. Hetta varð gjørt, tá ferðalagið kom til Rumenia sunnukvøldið.