Høvdu betri uppiborið

Hjálparvenjarin hjá Skála heldur, at teir áttu at havt vunnið øll stigini, men hann fegnast eisini um, at teir komu burturúr manningarligu illa sperdu uppgávuni við javnleiki

SKÁLA

Teir iðraðu seg á Skála, eftir at tað endaði við javnleiki móti HB.
- Eingin, sum var eygnavitni til dystin móti HB, kann vera ósamdur í, at vit leikliga vóru omaná, og at vit ikki vóru hepnir í avgerandi støðum. Hvørki frammanfyri HB málið ella frammanfyri okkara mál vóru vit hepnir í avgerandi støðunum, men tá ið vit hyggja aftur á hetta stríðið, so var tað positiva, at hóast vit restaðu spælarar og kanska hava verið mettir at vera eitt sindur í aldudalinum, so megnaðu vit javnleik móti meistarunum, sum hava verið roknaðir at vera aftur á toppinum, sigur Pauli Poulsen, hjálparvenjarin hjá Skála.
Hvussu sært tú nú uppá tað?
- Vit hava framvegis møguleikan, og vit trúgva upp á tað. Hesa ferð spardu vit Alexandur Johansen, sum var eitt sindur ivasamur, og vit vóna eisini, at Bjarni Jørgensen og Sveinur Justinussen fara at verða tøkir til uppgávurnar, sum eru eftir. Tær vera stórar - ikki minst í Runavík og á Eiði - men vit hava rætta hugburðin, og hann er týdningarmikil at grunda avrikini á.
Men tit hava ikki ráð at missa nakað?
- Vit eru eitt stig frammanfyri B36, og vit eru tvey stig frammanfyri HB. Um tað eftir 27. umfar fer at standa á jøvnum í stigum, so eru vit betri fyri í innanhýsis dystum við HB. Í innanhýsis dystum stendur á jøvnum við B36, men vit hava betri málmun. Men nú fáa vit at síggja.
Eisini Skála málskjúttin, Bogi Gregersen, heldur, at um nakar vinnari skuldi verið, so skuldi tað verið Skála.
- Men síðstu løtuna vóru teir vandamiklir, og tá kundu teir havt fingið mál onkra ferðina. Tað hevði sjálvandi havt verið betri, um vit høvdu havt fingið fult, men vit kunnu liva við javnleikinum, heldur Bogi Gregersen.