Høvdavirkið í Leirvík er nú á føroyskum hondum, eftir at størsti føroyski partaeigarin hevur keypt ognarpartin hjá tveimum íslendskum fyritøkum, sum higartil hava átt helvtina av virkinum.
Faroe Marine Products ella Høvdavirkið, sum tað eisini verður nevnt, hevur havt ein sunnan rakstur, síðan tað varð sett á stovn í 2001, og virkið markeraði eisini eitt nýbrot í føroyskum vinnulívi í sambandi við gagnnýtslu av fiskaúrdráttum. Hetta hevði við sær, at fyritøkan í 2005 fekk heiðurin sum ársins virki í Føroyum.
Deildin, ið tekur sær av investment banking hjá Kaupthing, hevur staðið fyri handlinum av partabrøvum millum føroyska felagið og íslendsku íleggjararnar, sum eisini vóru við til at stovna virkið fyri seks árum síðani.
Tað er smápartafelagið H. Konoy, ið áður átti eina slaka helvt av partapeninginum, sum hevur keypt partapeningin frá teimum báðum íslendsku fyritøkunum og einum minni føroyskum íleggjara, soleiðis at H. Konoy nú eigur hundrað prosent av partapeninginum í Faroe Marine Products.
Á Høvdavirkinum starvast umleið seksti fólk, og høvuðsvirksemið fevnir um at útflyta turkaðan fisk umframt høvd og ryggir. Stjóri er Eirikur á Húsamørk.










