Tað er ikki uttan orsøk, at tað ikki er loyvt bilførarum at halda fartelefonini í hondini og tosa undir koyring. At senda og móttaka SMS-boð undir koyring kann eisini føra til álvarsligar ferðsluvanlukkur.
25. juli ár bleiv fýra ára gamla Martine frá Skagen yvirkoyrd og doyði í Herøy í Norðurnorra. Hon stóð saman við eini trý ára gamlari vinkonu klár at fara yvir um ein koyriveg. Tann trý ára gamla fór fyrst og Martine aftaná, men hon bleiv yvirkoyrd av einum bili og doyði tveir dagar seinni á sjúkrahúsi í Tróndheimi. Á hesum vegastrekki var gott útsýni og ikki loyvt at koyra yvir 60 km/t. Bilførarin koyrdi heldur ikki ov skjótt. Politiið hevði ilt við at skilja orsøkina til hesa ferðsluvanlukkuna, til teir kannaðu fartelefonina hjá bilføraranum og funnu útav, at hann hevði sitið og sent SMS-boð, tá gentan bleiv yvirkoyrd.
30 ára gamli bilførarin er nú skuldsettur fyri óviljað dráp og fyri at hava brotið lógina um brúk av fartelefon undir koyring.
Stjórin á Trygg Trafikk í Norra, Leiv A. Ellevset, sigur, at hann er bangin fyri, at tað at bilførarar sita og SMS´a undir koyring verður ein av orsøkunum til nógvar ferðsluvanlukkur í framtíðini.
Kelda: VG innenriks