Verða prísirnir á ferðaseðlum við skipunum hjá Strandferðsluni hækkaðir, fer Páll á Reynatúgvu at leggja uppskot um misálitisváttan á Johan Dahl, landsstýrismann í vinnumálum, fyri Løgtingið.
Tað staðfestir hann, nú Løgtingið viðgerð játtanarkarmarnar í dag.
Fyri at fáa fíggjarliga roknistykkið á fíggjalógini at ganga upp, ætlar samgongan, at allir ferðaseðlaprísir hjá Strandferðsluni skulu hækka 10%.
Hetta eru fleiri tinglimir ikki fegnir um, men serliga ónøgdur var Páll á Reynatúgvu, tinglimur úr Sandoy.
Hann vísti á, at Løgtingið hevur einmælt samtykt at allir ferðaseðlaprísir skulu javntsetast.
Tí heldur hann, at tað er heilt óhoyrt, at landsstýrismaðurin tosar um at hækka prísirnir, men bara hjá tí partinum av fólkinum, sum brúkar Strandferðsluna.
At ein landsstýrismaður gongur so beinleiðis ímóti politiska viljanum, er tað mest hugmóðiga, hann veit um, øll hesi árini hann hevur verið í politikki.
Hann sigur, at hetta kann kann ikki liva við og tí fer hann at taka tað óvanliga stig at reisa uppskot um misálitisváttan á landsstýrismannin, stendur ætlanin um príshækking við.