Um hálvgum tvey tíðina sunnunáttina var knívur á lofti uttan fyri Kaggan. Ein maður hótti ein annan við knívi, men tað spældi alt væl av, og beinanvegin var friður aftur. Um fýratíðina varð ein maður sligin í andlitið. Hann bløddi illa úr nøsini og hevði brotið eina tonn. Maðurin fór á skaðastovuna, og sak verður somuleiðis skrivað burtur úr hesum. Um hálvgum trýtíðina var herverk framt á ein bil í Tróndargøtu. Øll fýra dekkini vórðu skorin upp. Løgreglan hevur onki at ganga eftir í málinum.