Postverk Føroya
Formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Kári P. Højgaard, sum eisini hevur verið postmaður í mong ár, heldur ikki nógv um úttalilsini hjá landsstýrismanninum, Bjarna Djurholm og stjóranum á Postverki Føroya, Bergi í Garði, sum herfyri gjørdu viðmerkingar í Sosialinum um ætlaninar at skipa Postverk Føroya sum alment partafelag.
Á fíggjarlógini í ár standa 30 miljónir krónur, sum ætlanin er at nýta til eginpening í almenna partafelagnum.
Kári sigur, at seinasta samgonga var komin undir land við ætlanunum at einskilja Postverk Føroya, og í hesum sambandi vóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldisflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin við í einum fylgibólki, sum hevði til endamáls at skapa karmar um eitt dynamiskt, effektiviserað og rationaliserað Postverk Føroya.
- Alt var komið upp á pláss, og bæði samgonguflokkarnir og Postfelagið høvdu sagt gott fyri uppskotinum. Tað einasta, sum endaliga skuldi fáast upp á pláss, vóru starvsfólkarættindini, men landsstýrismaðurin, Bjarni Djurholm og Anfinn Kalsberg, táverandi løgmaður, góvu trygd fyri hesum.
Kári skelkaður
Kári sigur, at uppskotið var klárt at bera í løgtingið, tá
samgongan kollsigldi.
- Eg hevði væntað, at friður nú valdaði um hetta mál, og at tað fór at verða samtykt einmælt. Men satt at siga fekk eg ein skelk, tá ið las Sosialin, 28. oktober. Í hesum blaðnum eru tríggjar greinar við myndum, ið snúgva seg um ætlaninar. Tann eina greinin er samrøða við landsstýrismannin, Bjarna Djurholm, har hesin hugsunarsamur - á myndini - sigur positivt, at "Hetta er fyrsta stigið móti menning?" Á somu síðu eru tvær aðrar greinar, har postverksstjórin sigur, at "Posthúsið í SMS verður stongt" ? og síðan kemur hann við ársins tíðindum, sum Kári tekur til, nevniliga, "Postavgreiðsla á bensinstøðini".
Kári sigur seg undrast yvir, hví postverkstjórin kemur við hesum útsagnum.
- Hví skal leiðslan á hesum stovni almannakunngera uppsagnir í tíð og ótíð. Eru felag og leiðslan kunnað, kundi eg hugsað mær at vitað, hví afturvendandi hóttanir um uppsagnir javnan skulu berast fram í fjølmiðlunum.
Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins vísir á, at einki starvsfólk kann í longdini liva við hóttanum av hesum slagi, tí hetta drepur bæði arbeiðshug og tryggleika. Aftrat hesum missa viðskiftafólkini álitið á stovnin og fara at hyggja aðrar vegir.
- Tá ið eitt felag ella ein handil koyrir tungt, er ikki vanligt at almannakunngera, hvussu vánalig støðan er, men vanligt er at bíða, til seymurin verður negldur í hurðina, sigur Kári P. Højgaard.
Fullkomiliga óveruligt
Hann sigur, at tað kennist fullkomiliga óveruligt, tá ið leiðslan á postverkinum boðar frá, at tað fer at bera til at leggja partar av postavgreiðsluvirkseminum á bensinstøðir ella bygdahandlar, tá ið nýggja partafelagið er farið til verka.
- At Alfred Olsen, løgtingsmaður, í bløðunum eisini hevur sagt seg taka undir við hesum, hevði eg ikki væntað, sigur Kári.
Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin vil hava trygd fyri, at Postverk Føroya í framtíðini verður ein samanhangandi eind sum víðkar um inntøkumøguleikarnar við bretaðum útboðum og tænastum, samstundis sum neyðugar sparingar, rationaliseringar og effektiviseringar betra kappingarstøðuna.
- Verða uppgávur og tænastur uttanfyri handilsligar fyritreytir, álagdar stovninum, er neyðugt, at tilsvarandi peningaupphæddir fylgja almennu krøvunum.
Løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins sigur, at er ætlanin at avtaka Postverk Føroya sum tænastuveitara á høgum støði við teimum ætlaðu útlisiteringunum, ið nevndar eru í greinunum í Sosialinum, fer Sjálvstýrisflokkurin ikki at taka undir við lógaruppskotinum.