Fleiri enn tólvhundrað føroysk árverk eru í beinleiðis vanda fyri at hvørva, um rækjuflotin ikki hórar undan. Og tað kann henda, um ikki almennur stuðul av einumhvørjum slag verður latin rækjuflotanum, sum í løtuni vaðar um skandekkið.
?Støðan er ring, og verður ikki gjørt okkurt munagott nakað skjótt, kann tað væl enda við, at fleiri av rækjuskipunum hvørva úr føroyska flotanum. Eru tey fyrst burtur, verður seinni dagurin, til tey eru aftur, sigur Jóhan Joensen, formaður í felagnum Rækjuskip.
Til at lýsa tær avleiðingar, sum standast kunnu av, at rækjuflotin í ringasta føri hvørvur, hevur felagið Rækjuskip latið gjørt eina kanning, sum grannskoðaravirkið KPMG saman við búksparfrøðinginum Magna Laksafoss hevur greitt úr hondum. Og tað er ikki serliga hugnaligur lestur, sum har í stendur.
Ársverkini
Stutt kann sigast, at ringasta avleiðing av, at rækjuflotin ikki verður hjálptur, kann verða, at heili 1.234 føroysk ársverk hvørva.
Hesi 1.234 ársverkini eru partvís beinleiðis ávísilig, og partvís útroknað út frá teimum ávirkanum, sum inntøkur frá rækjuvinnuni leggja eftir seg í samfelagnum, sigur Jóhan Joensen.
Eitt er, at tey 199 ársverkini, sum beinleiðis vóru knýtt at rækjuflotanum í fjør, verða burtur. Har aftur at koma so tey 77 ársverkini, sum knýtt eru at virkjum, sum arbeiða rækjur uppi á landi í Føroyum.
Umframt er so eisini nógv annað virksemi, sum verður av rækjuflotanum. Tað verið seg smiður, provianthandlar, flutningur og annað, sum stendst av hesum.
Men so sanniliga verða eisini pengar latnir tí almenna kassanum, vísir kanningin á.
Rækjuflotin rindaði í fjør 82 milliónir krónur í beinleiðis lønum. Av hesum eru goldin skattur til tað almenna. Umframt verða so einar 35 milliónir í lønum frá beinleiðis veitingum í samband við rækjuvinnuna. Og at enda vísir kanningin á, at lønir frá avleiddum virksemi frá rækjuvinnuni í fjør rakk heilum 24 millionum krónum. So í lønum, sum vísast kunnu aftur til rækjuflotan, tosa vit um ikki færri enn 141 milliónir í fjør, greiðir formaðurin í felagnum Rækjuskipum frá.
Avkastið til tað almenna
Sum vera man letur rækjuvinnan eisini sítt íkast til almennu inntøkurnr. Bæði sum beinleiðis skatt og avgjøld, eins og eisini tær vinnur, sum verða avleiddar av tí, rækjuflotin leggur grund undir, geva sítt íkast í almennu kasarnar.
Sum beinleiðis inntøku til landskasan sigur kanningin, at rækjuflotin í fjør legði 77 milliónir krónur eftir seg. Og heldur ikki tær avleiddu inntøkurnar til tað almenna vóru fyri ongum. Roknað er fram til, at í tann partin fóru ikki færri enn 59 miliónir krónur.
Tó er tað fyrivarni tikið, sigur Jóhan Joensen, formaður í felagnum Rækjuskip, at tað almenna hevur brúkt inntøkurnar frá rækjuflotanum í sama lutfalli, sum gjørt varð í 1997.
At árið 1997 verður nevnt í hesum sambandi, kemst av, at har neyðugt hevur verið at roknað seg fram til tøl, eru upplýsingar úr Hvítubók, sum stava frá árinum 1997, brúktir. Nýggari tøl hevur ikki borið til at fingið hendur á, sigur Jóhan Joensen.
Útlitini
Tølini, sum brúkt eru í kanningini, eru frá 2001 og 2002. Og tey vísa eina greiða afturgongd í inntøkunum hjá rækjuflotanum.
?Tað kemst av lækkandi marknaðarprísum, sigur Jóhan Joensen. Tí nøgdin av rækjum á teimum .økjunum, har føroyignar fiska, tykist vera á góðari leið. Men vit eru komin í eina ónda ringrás, tí so hvørt, prísirnir lækka. hækka grønlendingar og kanadiarar bara nøgdina, teir fiska, og halda sostatt síni inntøku á jøvnum støði.
Men føroyingar hava ikki møguleika fyri at fiska meira, enn vit gera, sigur Jóhan Joensen. Væl at merkja, um talan skal vera um rækjur, sum nytta nakað at selja.
Mestsum alt, fiskað verður av føroyingum, verður fiskað á Flemish Cap. Eitt lítið sindur undir Eysturgrønlandi.
So er tað Svalbard. Men har eru rækjurnar so smáar, at tær verða ikki fiskaðar, um nakað annað fæst.
Men rækjuskipini kundu hugsað sær størri kvotur í eitt nú grønlendskum sjógvi, vísir Jóhan Joensen á. Og hann heldur, at her áttu politikararnir at roynt at fingið handlað okkum nakað av rækjum á sama hátt, sum handlað verður við toski í Brentshavinum.
?Vit mugu kunna keypa almennar kvotur aðrastaðni á sama hátt, sum skipini sjálv gera, vísir hann á. Tí skipini brúka hvørt ár milliónir til at keypa sær kvotur. Tað hevði ikki verið meira enn rímiligt, at almenni myndugleikin hjálpti til, so tann hart trongdi rækjuflotin framvegis kann sleppa at lata landskassanum inntøkur svarandi til meira enn tíggju stórthundrað ársverk, sigur Jóhan Joensen, formaður í felagnum Rækjuskip.