Hótta við meiri yvirgangi

Oddamaðurin í tí hernaðarliga felagsskapinum al-Shabab, sum skipaði fyri einari blóðugari yvirgangsatsókn í ugandiska høvuðsstaðnum Kampala seinasta sunnudag, hóttir nú Uganda við fleiri atsóknum.

-Eg sigi ugandiska forsetanum, at tað, sum hendi í Kampala, var bara byrjanin. Vit fara at halda fram við at hevna tann ágang, sum hermenn forsetans fremja ímóti okkara fólki, sigur Muktar Abu Zubayr.

Uganda hevur hermenn í friðarvarðveitandi deildunum í Somalia, har al-Shabab heldur til.

Atsóknin í Kampala sunnudagin kostaði 76 mannalív, men ugandiska stjórnin hevur sagt, at landið fer framhaldandi at hava hermenn í Somalia.