Eingin matur og eingin portørtænasta á Landssjúkrahúsinum. Hetta verður støðan á Landssjúkrahúsinum frá klokkan ellivu fyrrapartin, verða ætlanirnar um at leggja størv saman ikki sleptar.
Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, greiðir frá, at felagið hevur sent leiðsluni á Landssjúkrahúsinum hóttan um verkfall í sambandi við sparingarnar.
Arbeiðsmannafelagið góðtekur ikki, at størv við ymiskum sáttmálum verða løgd saman fyri at fremja sparingar á sjúkrahúsinum. Hetta hevur felagið fyrr gjørt leiðsluni greitt, men tá uppsagnir kortini eru sendar út, har grundgevingin verður søgt at vera, at starvið verður lagt saman við øðrum starvi, er tolið hjá arbeiðsmannafelagnum nú uppi. Felagið sammetir støðuna við, at til dømis læknastarvið og laborantstarvið vóðru løgd saman og undir sama sáttmála.
Havnar Arbeiðsmannafelag var á fundi við Høgna Joensen, sjúkrahússtjóra, í gjár, og fekk hann at vita, at felagið stendur fast við verkfallshóttanina.
Verður verkfall á Landssjúkrahúsinum, kann væntast, at onnur feløg eisini fara at stuðla, og tá kann verkfallið gerast ógvuliga umfatandi.