Tá ið Ólavur Hátún í 2018 varð jarðaður, høvdu fólk høvi at lata eina peningagávu til eitt listaverk, sum skuldi latast nýggja skúlanum við Landavegin.
Í dag varð listaverkið so avdúkað, skrivar torshavn.fo.
Fitt av fólki varð komið saman í Hátúni, tá ið einkjan eftir Ólav Hátún, Ása Hátún, avdúkaði listaverkið og hugleiddi um tíðina undan og beint eftir, at tónleikurin fekk skipaðar karmar í áttatiárunum.
Guðrið Poulsen, listakvinna, hevur evnað til listaverkið, og hon greiddi eisini frá listaverkinum. Annika Olsen, borgarstjóri, takkaði fyri gávuna, sum familjan Hátún hevur givið skúlanum.
Fleiri myndir eru at síggja á Facebook hjá Tórshavnar kommunu.
##med2##
##med3##
##med4##