Tað var tann 20. juli í 1974, at Turkaland setti hermenn á land har norðuri á Kypros. Hetta hendi eftir áralangt stríð millum turkiskar og grikskar kyprar. Turkisku kyprarnir eru munandi færri enn teir griksku, og tá hernaðarstýrið í Athen gjørdi av at styðja eina griksk-kypriska kvettroynd á oynni, gjørdi Turkaland bart og hersetti norðara partin av oynni.
Ein sannroynd var tað, at tann turkiski minnilutin, sum telur umleið 18 prosent av fólkinum á Kypros, ofta var við minnilutan bæði so og so, og í Ankara bóru myndugleikarnir ótta fyri, at valdið hjá grikska meirilutanum fór at enda við einum enn tættari kypriskum tilknýti til Grikkaland. Til tess at forða hesum sendi Turkaland hermenn til oynna og hersetti norðara partin, har teir turkisku kyprarnir búgva.
Ikki viðurkent
Turkisku myndugleikarnir duldu ikki fyri, at teir ætlaðu sær ikki av aftur oynni, og í 1983 bleiv norðari partur av Kypros lýstur sjálvstøðugt ríki. Men enn er tað einans Turkaland, sum hevur viðurkent Turkiska Lýðveldið Norðurkypros, sum landið verður rópt.
Hinvegin er tann griksk-kypriska stjórnin á oynni altjóða viðurkend. At tann turkiski parturin kortini hevur yvirlivað, er einans turkisku hermonnunum fyri at takka. Teir eru í dag umleið 30.000 í tali, og turkiska stjórnin hevur blankt víst aftur øllum áheitanum um at taka hermenninar aftur. Tvørturímóti segði turkiski forsætisráðharrin, Bülent Ecivit, týsdagin, at hernaðarliga turkiska hjáveran á Kypros er avgerandi fyri trygd Turkalands og viðurskiftini har eysturi í Miðjaðarhavinum.
Mælti til samstarv
Í sambandi við 25 ára dagin týsdagin nýtti Ecivit høvi at vitja turkiska minnilutan og teir turkisku hermenninar á Kypros. M.a. legði hann blómur á strondina, har teir turkisku hermenninir fóru á land í juli í 1974.
74 ára gamli forsætisráðharrin, sum eisini var stjórnarleiðari í Turkalandi í 1974, og tískil sjálvur gav boð um at herseta norðara part av Kypros, mælti týsdagin grikska meirilutanum til at arbeiða saman við teimum turkisku kyprunum. Hann nevndi, at turkiska ríkið har norðuri á oynni er komið ígjøgnum hesa fjórðings øldina, hóast bæði ST, ES og USA hava útihýst landinum við handilsbanni o.ø.
- Vit fara eisini at standa okkum í komandi árum, og tí mæli eg griksku kyprunum til samstarva við grannarnar, segði Evicit. Í september skal hann til USA at vitja, og tað er einki at ivast í, at júst Kypros-spurningurin verður á dagsskránni í Washington.