Hátíðarhalda brúnna

Tað var tann 30. oktober í 1973, at Atli P. Dam, løgmaður, klipti snórin – og harvið lat brúgv­in millum Eyst­uroy og Streym­oy upp fyri a­l­mennari ferðslu

Næsta fríggjadag fara tey í Sundalagnum at há­tíð­ar­halda, at 40 ár eru liðin, síð­ani brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu. Frá 12. til 21. september eru ment­an­ar­dagar í Sunda kommunu, og til­t­akið við brúnnið verður part­ur av hesum.

Brúgvin um Streymin hev­ur havt sera stóran týdn­ing fyri samferðluna í Før­oyum. Hon knýtti Eyst­ur­oynna og Streymonna sam­­an – og saman við Norð­skál­a­tunlinum, sum varð tik­in í nýtslu í 1976, er hend­an farleiðin meginæðrin í sam­ferðslu­net­i­num á meg­in­land­i­num.

Brúgvin, sum knýtur oyggj­arnar saman, har sund­ið er smalast, er 220 metr­ar long, og 17 metrar høg. Sigl­ingarrennan er 25 metrar breið.

Fríggjadagin verður brúgv­a­­fagnaðurin í sambandi við, at 40 ár eru liðin, síðan hon varð tikin í nýtslu. Í hes­um sam­bandi hava stig­tak­ar­arnir boðið Føroya Ell­is­ak­før­um at verða við til fagnaðin við ellisakførum.

Brúgvin um Streymin varð tikin í nýtslu 30. oktober í 1973 við eitt stórt hátíðarhald, har Atli P. Dam, løgmaður, klipti snórin.

Brúgvin kostaði 13 milliónir at gera.