Hátíðarhalda 125 ára føðingardag á Eiði

Tað verður hátíðarhildið allan dagin.

Týsdagin 1. oktober eru 125 ár síðani at Eiði Kommuna varð sett á stovn. Klokkan níggju á morgn hendan dagin fyri 125 árum síðani, var fyrsti bygdaráðsfundur í nýstovnaðu Eiðis Kommunu og teir, ið mannaðu bygdaráðið tá, vóru Grækaris Joensen, sum var borgarstjóri, Hanus Joensen, Jesar Abrahamsen, Johannes Nysted og Jens Jørgen Kruse.

Og týsdagin 1. oktober fara tey at hátíðarhalda hendan dagin á Eiði.

Dagurin byrjar við, at bygdaráðið hevur fund klokkan níggju um morgunin og eftir fundin fara bygdaráðslimirnir at vitja barnagarðin, skúlan og eldrabýlið við einum søtum bita, sigur Eiðis Kommuna á heimasíðuni.

Um kvøldið verður so tað stóra hátíðarhaldið og tað byrjar klokkan 18 í húsinum í Hólmanum. Har fara landsstýrismaðurin í kommunumálum, Helgi Abrahamsen, umboð fyri kommunufelagið og Jógvan í Skorini, borgarstjóri, at halda røðu.

Eisini fer Rasmus Joensen fyrrverandi bygdaráðsformaður at hugleiða um Eiðis kommunu gjøgnum hesi 125 árini og alt tað verður knýtt saman við felagssangi og tónleiki.