Hátíðarhald í Klaksvík

Mikudagin var føroyska yvirtøkan av skúlunum hátíðarhildin kring alt landið. Eisini skúlarnir í Klaksvík høvdu okkurt serligt á skránni hendan dagin.

Hátíðarhald
Ragnhild Ellingsgaard

Klaksvík, Sosialurin: Bæði Skúlin við Ósánna og Skúlin á Ziskatrøð høvdu skipað fyri fyrilestrum í samband við føroysku yvirtøkuna av fólkaskúlunum.
Skúlarnir høvdu heitt á Freydis Poulsen um at halda nakrar fyrilestrar um skúlaverkið í Norðoyggjum heilt frá byrjan av.
Freydis hevur í fleiri ár starvast sum lærari á Skúlanum við Ósánna, og harafturat hevur hon stóran áhuga í søgu. Hon hevur fleiri ferðir áður hildið fyrilestrar ymsastaðni um mangt og hvat í Klaksvíkar søgu.
Í fyrilestrinum greiddi hon millum annað frá søguni hjá skúlunum, samstundis sum hon eisini kom inn á umstøðurnar tá og nú.
Freydis byrjaði tíðliga mikumorgunin við at halda ein fyrilestur fyri framhaldsdeildini í Skúlanum við Ósánna, og seinni um morgunin hevði hon so eisini ein fyrilestur fyri framhaldsdeildini í Skúlanum á Ziskatrøð.
Heilt fitt av næmingum møttu upp til fyrilestrarnar, og í samband við hátíðarhaldið fingu teir allir frí, tá fyrilesturin var liðugur.