Hósvík – ein av elstu bygdum í Føroyum

Óvist er, hvaðani bygdarnavnið Hósvík stavar. Summi halda, at hov hevur verið í bygdini, og at navnið kemur haðani. Onnur vilja vera við, at bygdarnavnið stavar frá fyrsta niðursetumanninum í Hósvík, Tóri Lága. Lítið er at ivast í, at Hósvíkin goymir nógva søgu, sum ongantíð er skrivað

Hósvík

 

Hósvík er tann bygdin í nýggju Sunda kommunu, sum liggur nærmast Havnini. Markið millum Hósvík og Kollafjørð er suðuri á Deild, og norður móti Hvalvíkini er áin Hamrá mark.

Í Hósvík búgva stívliga 300 fólk og talið av børnum, sum ganga í 1. -7. flokki, er 45. Eftir barnaskúlan fara børnini í framhaldsskúla, sum er í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Hósvík man teljast millum elstu bygdir í Føroyum og er helst eini 1000 ára gomul.

Sum skilst, er ikki so nógv søga um gomlu tíðina, men okkurt er skrivað um bygdina – eisini frá gamlari tíð.

Hildið verður, at svarti deyði gjørdi nógv um seg um hesar leiðir eins og aðrastaðni í Føroyum, og tí er ikki óhugsandi, at bygdin eitt skifti kanska er útdeyð av hesi herviligu sótt.

 

Navnið Hósvík

Full vissa er ikki um, hvaðani navnið Hósvík stavar, men summi halda, at navnið sigur, at hov hevur verið í Hósvík, sum var vígt gudinum Tóri.

Søgn er, at fólk í Hósvík ofraðu til gudin Tór ella (Thor), og at navnið Thorsvík, sum seinni er broytt til Hósvík, stavar haðani. Onnur vilja vera við, at bygdarnavnið kann stava frá fyrsta niðurseturmanninum Tóri Lága sum saman við konu síni Birnu helt til í býlinginum í Toftum.

Heyggurin, sum liggur beint niðanfyri vegkrossin eftir omankoyringina til bryggjuøkið, sigst at hava sína søgu. Tað er ikki av tilvild, at hann ikki er grivin burtur, tá landsvegurin varð lagdur gjøgnum bygdina. Heyggurin stendur órørdur, og tað sigst, at tað skal vera óeydna at grava í honum.

Edvard Hermansen, sum er ein kend bygdamynd í Hósvík, sigur, at teir plagdu at siga, at teir fóru oman á kirkjugarðin, tá teir fóru oman til heyggin niðanfyri landsvegin.

Søgur eru, at her var kirkja – ella hov - hjá víkingum, áðrenn Føroyar vórðu kristnaðar, og bóndahjún í Hósvík skulu í gomlum døgum eisini vera dripin og jarðaði í heygnum.

Í dag er heyggurin friðaður, men ivaleyst hevði verið verið áhugavert og forvitnisligt, um fornfrøðiligar kanningar høvdu verið gjørdar á hesum staði.

 

Víðfevndir teigar

19 merkur hoyra til bygdina, og í Hósvík eru fýra bóndagarðar, sum eru Heimistova og Frammistova yviri í Toftum og Heimistova og Frammistova undir Garðsenda.

Soleiðis, sum lendið er háttað, hevur ligið væl fyri at velt í Hósvík, og víðfevndu teigarnir vísa, at jarðarbrúk hevur havt góðar umstøður í bygdini.

Nýggjar tíðir hava havt nýggjar møguleikar og nýtt vinnuvirksemi við sær.

Fyrsti skúlin í bygdini varð bygdur í 1897, og nýggjur skúli varð bygdur aftur í 1968 og umbygdur í 1975. Uppí skúlan hoyrir ein útivøllur, ið hevur sama mát sum ein hondbóltsvøllur.

Nú verður so aftur nýggjur skúli bygdur í Hósvík, sum fer at standa liðugur til skúlaársbyrjan eftir summarfrítíðina.

Umframt nýggjan skúlan, hevur bygdin eisini fingið nýggjan dagstovn, har pláss er fyri fleiri børnum enn teimum, sum eru á stovninum í dag.

Í 1927 varð farið undir at byggja kirkju í Hósvík, og hon stóð liðug og vígd tvey ár seinni – í 1929.

 

Trivnaður í hásæti

Hósvík stendur í vøkstri, og nógv nýggj hús eru komin seinastu árini.

Nú hevur Sunda kommuna so eisini ognað sær eitt stórt øki í kommuni, sum væntandi kemur at nøkta tørvin á grundøkjum og búseting nøkur ár framm. Tey fyrstu 24 grundøkini av hesum verða klár til útgrevstur seinni í summar.

Í Hósvík er trivnaður, og felagslívið stendur í blóma. Bygdarfelagið Varðin eigur felagshús, sum er karmur um nógv ymisk tiltøk, og í bygdini er eisini róðrarfelag, sum eigur kappróðrarbátar og bát, sum kann sigla við seglum.

Umframt at Bygdarfelagið Varðin og Róðrarfelagið í Hósvík taka sær av sundalagsstevnu triðja hvørt ár, skipar Róðrarfelagið eisini fyri regattasigling í august. Nú tað er vorðið eitt “trend” at hava frítíðarbát, hevur regattasiglingin í fleiri ár havt sera stóra undirtøku.

Bátarnir plaga at samlast á Eiði fríggjadag seinnapart og síðan verður siglt til Hósvíkar, har stórur dansur er fyri bátafólki og øðrum um kvøldið.

Í Hósvík er reint og ruddiligt, og í 2006 fekk bygdin virðisløn fyri Lágánna, sum best røktu á í landinum. Sama ár fekk sjálv bygdin eisini 2. virðisløn sum best røkta bygd í Føroyum.

 

Vinnuvirksemi

Í aðrari grein í hesi útgávu um sundalagsstevnu hava vit í stuttum umrøtt reiðaravirkið Thor í Hósvík, sum telist millum tey stóru í landinum.

Av øðrum serstøkum vinnulívi, sum er í bygdini, kann nevnast einasta sonevnda bitumengoymsla í landinum. Alt bitumenið, sum verður nýtt til asfaltbrúk í Føroyum, verður flutt úr Hósvík í tangabilum. Tað er Landsverk, sum eigur goymsluna.

Í Hósvík eru eisini aðrar fyritøkur innan flutningsvinnu, matvøruídnað, handverk og ymiskar tænastur.

Áirnar, sum eru norðanfyri bygdina, hoyrdu fyri samanlegging í Sunda kommunu, upp í Hósvíkar kommunu. Har var hvalastøð í gomlum døgum, sum hevði stóran týdning fyri økið. Einir 100 mans vóru til arbeiðis í summarhálvuni, tá hvalastøðin var í vælmaktini. Tað vóru norðmenn, sum løgdu lunnar undir støðina longu í 1905, men í 1958 helt hvalaveiðan at kalla uppat. Árini 1958-1984 varð bert onkur hendinga hvalur skotin.

Bygningurin, har arbeiðsfólkið á hvalastøðini helt til, er umbygdur til skúla, har fólk við ymiskum tarni hava høvi at taka FHS og fráfaringarroynd fólkaskúlans. Skúlavirksemið við Áir byrjaði í 1960.

 

Annað virksemi

Av øðrum virksemi við Áir kann nevnast, at her er Føroya Brandskúli, hagar næmingar av Vinnuháskúlanum, siglandi og sløkkiliðsfólk koma til venjingar og royndir.

Við Áir er eisini Fiskaaling, sum í gjøgnum mong ár hevur arbeitt við laksi, sílum og øðrum fiskiasløgum. Í dag verður eisini arbeitt við gransking, eins og stovnurin hevur lagt orku í at útvega feløgum, sum vilja ala tosk, yngul.