Hýsuprísurin heldur tørn

Síðani hýsuprísurin fór at kvinka uppeftir herfyri, hevur rættiliga fitt av hýsu verið á uppboðnum hjá Fiskamarknaðinum, og soleiðis var eisini í dag. Av teimum 75 tonsunum, sum marknaðurin seldi, var ein lítil helvt hýsa frá einum trolbáti og einum línuskipi, sum hevði roynt undir Íslandi.

Prísurin var góður. Tann størsta hýsan fór fyri 14,44 krónur í meðal, hýsa II fekk meðalprísin 13,38 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 12,04 krónur.

Umleið 15 tons vóru av toski og nakað tað sama av svartkalva. Mest var av toski III, sum fór fyri 11,03 krónur í meðal, og tað mesta av svartkalvanum fór fyri góðar 25 krónur fyri kilo.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin góð 75 tons í dag fyri knappliga 1,2 millión krónur.