Háskúlanæmingar rannsókn á Sosialinum

Seinnapartin týsdagin var ein flokkur av Háskúlanum og vitjaði á Sosialinum. Hetta var í sambandi við eina lærugrein, sum eitur Rannsókn. Lærugreinin umfatar mestsum alt, ið næmingarnir hava hug til

Vitjan


Umleið 15 háskúlanæmingar komu seinnapartin týsdagin á gátt í gula blaðhúsinum úti á Argjum. Teir vildu fegnir vita, hvussu eitt blað varð framleitt.
? Hetta er í sambandi við lærugreinina rannsókn, greiðir lærarin, Elin Lindenskov frá. ? Rannsókn er ein lærugrein, sum er hvønn týsdag í tveir tímar, har næmingarnir fara út á eitt hvørt virki, fáa vitjan av onkrum, vitja listaframsýningar og annað. Teir hava longu verið í Útvarpinum, og nú legði onkur ynski fram um at sleppa at síggja, hvussu eitt blað varð framleitt.
Næmingarnir fingu eitt sindur at vita um søguna hjá blaðnum, og hvussu ein arbeiðsdagur vanliga er. Teimum varð fortalt um tey ymsu virksemini blaðið hevur, og hvussu blaðið verður sett upp.
Tá Jan Müller var liðugur at greiða næmingunum frá blaðnum sjálvum, varð gjørdur ein túrur runt í húsinum, har næmingarnir sluppu at síggja, næstan trin fyri trin, hvussu blaðið spakuliga tekur skap, hvønn dag.
Spurdir um hetta var soleiðis teir høvdu ímyndað sær, at eitt blaðhús var, søgdu teir:
? Nei, vit høvdu væntað, at her var alt kaos, siga teir flennandi. ? Tað er tað altíð í filmum. Fólk, sum renna veipandi við onkrum og rópa.
Men hóast hetta, so var ímynd teirra ikki nógv broytt eftir vitjanina, siga teir.