Húsavarðartænastan átti lægsta tilboðið upp á at byggja nýggja musikkskúlan í Havn og tí fer kommunan beinanvegin í samráðingar við fyritøkuna. Tað var eitt lyfti frá sitandi samgongu, at Musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin og Gunnvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini, sigur, at vónandi er sáttmálin gjørdur innan 1. apríl.
Kommunan hevur sett 26 milliónir av til verkætlanina í ár og er samd um, at restin av fígginini verður játtað í íløguætlanunum fyri 2018 og 2019.
Musikkskúlin verður um 2600 bruttofermetrar til støddar við stórum orkesturhøli, sum umframt at vera undirvísingarstað fyri stór kór og orkestur eisini er ætlað til framførslur við upp til 350 áhoyrarum. Øll undirvísingarhøli verða serútgjørd, har serligur dentur verður lagdur á bestu ljóðviðurskifti.
Bygningurin verður rúmligur og innbjóðandi hjá næmingum og vitjandi, eins og umstøðurnar til leiðslu og starvsfólk verða avbera góðar. Avgjørt er eisini, at skúlin skal hitast við fjarhita.









