Húsarhaldini hava ógvuliga stóra ávirkan á búskapin, og tá hildið verður aftur hjá húsarhaldunum, ávirkar tað búskapin skeiva vegin.
Tað vóru ábendingar í seinnu frágreiðingini hjá Landsbankanum í fjør, at húsarhaldini vórðu meira bjartskygd, men hetta vísti seg kortini ikki at halda.
Tað eru kortini nú tekin um, at meira nýtsla verður, millum annað orsakað av skattalættanum. Hagtølini vísa higartil, at fólk hava verið varin og heldur spart upp ella goldið niður av skuld, enn av latið pengarnar farið til nýtslu.
Samlað metir Landsbankin, at búskaparvøksturin í 2012 stendur í stað, men at líkindi eri fyri einum vøkstri í 2013.
Felags fyri átøk, sum kunnu fremja vøkstur, er, at tey taka tíð til tey virka. Skattaumleggingin hjá landsstýrinum er eitt dømi. Ein umlegging av fiskivinnuni, sum fer betur við fiskatilfeinginum og gevur betri lønsemi í fiskivinnuni er eitt annað. Umleggingar innanfyri heilsuverkið, skúlaverkið og almannaverkið, sum geva betri tænastu uttan at kosta meira, eru somuleiðis dømi. Fyrr tey verða sett í verk, fyrr virka tey. Tiltøk, sum minka hallið á fíggjarlógini skjótt uttan at skaða eftirspurningin, eru kanska ikki so nógv, men tey finnast. Eitt dømi er royndin í 2011 at útvega nýggjar inntøkur til landið fyri rættin at veiða makrel, sigur Landsbankin millum annað í sínari niðurstøðu.










