Húsaprísirnir eru steðgaðir upp

Stóri vøksturin á sethúsaprísum, serliga í Havn, er steðgaður upp. Serliga eru tað tey stóru og dýru húsini, sum keyparin hveppir seg við at keypa í dag, sammett við fyri bara einum ári síðan. ? Optimisman, sum var at hóma í fjør, er burtur nú, siga húsameklarar.

Einvegis gongdin á sethúsaprísunum síðstu árini, serliga í høvuðsstaðnum, er steðgað. Í fleiri ár hava sethúsaprísirnir verið støðugt hækkandi, men nú er loftið rokkið, siga húsameklarar. Onkur teirra vil enntá vera við, at miðalprísurin á sethúsum í Havn er fallandi.
Helgi Brekku er stjóri í húsameklarafyritøkuni SetHúsaSølan. Hann vísir á, at vøksturin á sethúsaprísunum í høvuðsstaðnum er hildin uppat.
- Tú kanst siga, at húsaprísirnir í Havn eru við at stabilisera seg. Men prísirnir í dag eru so høgir, at tað næstan er bíligari at byggja, sjálvt um ein noyðist at keypa dýr grundstykki, sigur Helgi Brekku. Eftir hansara meting er tað í dag truplari og tekur longri tíð hjá seljara at fáa rætta prísin fyri síni sethús enn tað gjørdi fyri einum til tveimum árum síðani. Helgi Brekku vísir á, at tað í dag er lættari at selja tey lítil og gomul hús enn tey størru og dýraru húsini.
Kári Lamhauge er stjóri í Húsamekling. Hann er samdur við Helga Brekku um, at prísvøksturin á sethúsum í høvuðsstaðnum er steðgaður.
- Í fjør var nógv optimisma at hóma millum fólk og í samfelagnum annars, og tað ávirkaði eisini húsaprísin uppeftir. Men henda optimisma er ikki longur at hóma, og higartil í ár hava húsaprísirnir staðið í stað, sigur Kári Lamhauge. Í samband við sethúsasølu er tað útboð og eftirspurningur, sum avgera prísin, men Kári Lamhauge metir, at samanumtikið eru á leið líka nógv hús til sølu í ár, sammett við í fjør. Sostætt er tað keyparin, sum ikki longur hevur somu møguleikar at fíggja tey dýraru húsini.
P/F Inni, sum Føroya Sparikassi eigur, hevur síðan 1998 fingist við keyp og sølu av húsum. Jónsvein Mortensen, stjóri í P/F Inni, heldur, at miðalprísurin á sethúsum í Havn beinleiðis er fallin síðsta árið.
- Sum heild eru fólk meira kritisk í dag, áðrenn tey velja at keypa sær eini hús. Eftirspurngurin er framvegis til staðar, men tó eru færri, sum leita eftir húsum í dag, enn fyri einum ári síðan, metir Jónsvein Mortensen. Hann vísir á, at sum heild er eftirspurningurin eftir teimum dýraru húsunum fallandi.
Jónsvein Mortensen metir, at miðalprísurin á sethúsum í høvuðsstaðnum í dag táttar í 1,4 millión, og vísir á, at fyri einum ári síðan lá miðalprísurin um 1,5 millión krónur.
- Tað eru serliga tey stóru og dýraru húsini, sum verða seld fyri minni pening í dag enn fyri einum ári síðan, meðan prísurin er at kalla tann sami á smærru og eldru húsunum, sum verða seld fyri millum 1,1 og 1,2 millión krónur, sigur Jónsvein Mortensen. Hann vísir tó á, at hús eru sera ymisk, og eisini kunnu aðrar umstøður gera seg galdandi, t.d. hvar húsini liggja, um fleiri keyparar eru um boðið o.s.fr.
Teir tríggir sethúsameklararnir vísa tó allir á, at tað framvegis verða seld hús í høvuðsstaðnum fyri 1,8 millión krónur og meira. Men sum heild er truplari at selja hesi hús nú enn fyri eini tíð síðan.

Miðstaðarøkið áhugavert
Samtíðis sum sethúsaprísurin í Havn tykist at verða komin í eina fastari legu, gerast húsini í restina av miðstaðarøkinum framvegis dýrari at keypa. Helgi Brekku, stjóri á SetHúsaSøluni, sigur, at høgu sethúsaprísirnir í Havn ávirka prísirnar í restina av Streymoynni, í stóru plássunum í Eysturoynni, serliga á eystara armi á Skálafjørðinum, og eisini í Vágunum.
Hesum er Jónsvein Mortensen á P/F Inni samdur í. Hann vísir á, at fyri tveimum árum síðan bar at kalla ikki til at selja hús í Runavík fyri eina millión, men í dag eru dømi um, at hús verða seld fyri 1,2 og 1,3 milliónir krónur á eystara armi á Skálafjørðinum. Sethúsameklararnir eru eisini á einum máli um, at húsaprísirnir í Vágum eru hækkandi, nú oyggin í næstum gerst partur av miðstaðarøkinum. Men framvegis er langt millum sethúsaprísirnar í Havn og í restina av miðstaðarøkinum. Teir tríggir sethúsameklararnir meta allir, at prísmunurin á einum rímiliga góðum sethúsum liggur um hálva millión. Tað vil siga, at somu hús eru á leið hálva millión krónur meira verd, standa tey í Havn heldur enn t.d. í Runavík.
- Áhugin fyri at seta seg í búgv aðrastaðni í miðstaðarøkinum, heldur enn í Havnini, er vaksandi, og tí hækkar prísurin eisini. Men fólk krevja framvegis, at tey skulu spara nógvar pengar, seta tey seg í búgv uttanfyri Havnina, sigur Kári Lamhauge á Húsamekling.

Suðuroyggin eftirbátur
Hóast áhugin fyri húsum uttanfyri Havnina er vaksandi og prísurin samsvarandi hækkandi, so er framvegis trupult at selja hús í Suðuroynni, og sethúsaprísirnir í oynni eru sera lágir.
- Vit hava dømi um, at hús í Porkeri, sum vit kundu selt fyri 1,2 millión í Havn, eru seld fyri 500.000 krónur. Og annað dømi eru hús á Tvøroyri, sum kundu verið seld fyri 1,5 millión í Havn, men sum fóru fyri 800.000 krónur, vísir Helgi Brekku á. Hann leggur afturat, at meðan húsaprísirnir hava verið uppgangandi aðrastaðni í landinum, hevur Suðuroyggin klárt verið eftirbátur á økinum, og húsaprísirnir í oynni standa enn í stað.