Sunnumorgunin 10. oktober um 6 tíðina varð løgreglan aftur boðsend í sambandi við húsaófrið. Hesuferð var tó talan um mann og elskarinnu hansara. Tey vóru farin at kjakst um eitthvørt, og tey endaðu í hornatøkum. Tá løgreglan kom á staðið vóru tey sissað aftur, og eingin kroppsligur harðskapur var at síggja. Av tí, at einki var hent, verður ikki meiri gjørt í málinum.