Hýruvognsskipanin í Havn

Fyri umleið 20 árum síðani var stórt óskil innan hýruvognskoyringini í Havn.

Gunnar Mohr

valevni til Tórshavnar býráð



Tað var veruliga so galið, at tilverugrundalagið hjá kvinnum og monnum, ið høvdu taxakoyring sum livibreyð, var álvarsliga hótt av framíhjá- og ítrivkoyring hjá persónum, sum ikki hoyrdu heima á hesum arbeiðsøki. Av teimum kanska 100 ?taxabilum?, sum koyrdu í Havn, var minni enn helvtin hýruvognar í veriligum týdningi.

Til alla lukku varð hetta óskilið ?ruddað av borðinum?, og skipað viðurskifti fingin í lag við reglugerð millum Tórshavnar býráð og Hýrivognsfelagið, sum í dag hevur tilverustøði til uml. 50 taxabilar.

Í seinastuni hevur tað víst seg, at ?hol? er komið í galdandi reglugerð, við tað at minibussar (10 pers.), sum ikki eru umrøddir í galdandi reglugerð, eru komnir inn á økið hýruvognskoyring, og eisini koyra bilar sum ikki eru heimahoyrandi í Tórshavnar Kommunu, hetta kann elva til avlaðing og óheppnar avleiðingar mótvegis andanum í skipanini.

Fyri at fáa arbeiðsumstøðurnar hjá hýrivognskoyrarum í trygga legu, má eitt komandi býráð -hýruvognsnevndin- og Hýrivognsfelagið so skjótt sum gjørligt taka stig til eina a jourføring av galdandi reglugerð.

Ein sunnur politikkur í sunnum býi.