Ólavsøkudag leikti U20-landsliðið í manshondbólti sín seinasta dyst í EM-kappingini í Makedonia. Kappingin var fyri tey næstbestu liðini, altso tey, ið ikki høvdu spælt seg til veruliga EM-endaspælið.
Millum hesar tjóðir stóðu Føroyar seg sera sterkar, og endaðu nummar fýra, eftir at orkan var gingin undan tá ið komið var til bronsudystin. Føroyar taptu her fyri Sveis við úrslitinum 32-17.
Makedonia vann kappingina tá ið liðið basti Hvítarusslandi í finaluni. Føroyar vunnu sín dyst greitt á Hvítarusslandi í bólkaspælinum. Eisini spældu føroyingarnir javnleik ímóti Makedonia, so ikki kann sigast at Føroyar vóru nakað aftanfyri tey bestu í kappingini.
Eftir finaludystin var eitt sonevnt all-star-lið útvalt, og her var føroyski málverjin Hørður Trygvason kosin at vera besti málverji í kappingini.
Hørður Trygvason hevur seinastu árini spælt ungdómshondbólt hjá týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt, ið er ráðandi týskur meistari. Sum skilst leggur hann nú leiðina til føroyskan hondbólt aftur, so tað verður ein málverji í altjóða flokki, ið verður at síggja í føroysku hondbóltsdeildini komandi kappingarár.










