Hópurin móti Wales úttikin

John Petersen, landsliðsvenjari hevur sett navn á tær 21, sum skulu umboða Føroyar í EM undankappingardystinum móti Wales 22. oktober

John Petersen, landsliðsvenjari hevur sett navn á tær 21, sum skulu umboða Føroyar í EM undankappingardystinum móti Wales 22. oktober, boðar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum frá í kvøld.

A-landsliðið hjá kvinnum hevur tríggjar dystir eftir í ár, og teir eru allir á útivølli. Fyrsta uppgávan á skránni er á Rodney Parade í Newport, har Wales tekur ímóti. Meira enn eitt ár er gingið, síðan liðini hittust á Tórsvølli í fyrsta dystinum í inniverandi undankapping. Tá var Wales greitt omaná og vann dystin við seks málum móti ongum.

Tað er tí ein stór uppgáva, sum stendur fyri framman hjá kvinnunum, og sambært John Petersen, landsliðsvenjara ræður um at byggja víðari uppá góðu royndirnar frá dystunum í september, har serliga føroyska avrikið móti Hvítarusslandi var góðkent.

– Hópurin er framvegis samansettur av nógvum ungum spælarum, sum hava fingið ein størri leiklut á liðnum hesumegin koronasteðgin, men ímóti Hvítarusslandi vístu tær veruliga, at tær eru klárar og fúsar at taka ábyrgd saman við okkara meira royndu leikarum. Arbeiðsinnsatsurin var góður, og nú ræður um hjá okkum at byggja uppá, soleiðis at vit eisini fáa meira kvalitet í okkara spæl, sigur John Petersen.

Hópurin móti Wales er í stóran mun tann sami sum í teimum báðum seinastu dystunum, burtursæð frá málverjunum, har bert ein gongur aftur. Hvørki Eyðgerð Mikkelsen ella Olga Fríðunn Olsen eru tøkar hesaferð, og ístaðin hevur venjarin sent boð eftir Valborg Østerø úr B36 og Moniku Biskopstø, sum spælir við AaB í Danmark. Harumframt er Olga Kristina Hansen, sum ikki var tøk til teir báðar seinastu dystirnar, við aftur til dystin í Wales.

Hópurin móti Wales er hesin:

Óluvá Allansdóttir Joensen, KÍ

Valborg Østerø, B36

Monika Biskopstø, AaB (DK)

Birita Ryan, KÍ

Marita á Fríðriksmørk, ÍVB

Elisabeth Vang, B36

Unn Hvidbro, NSÍ

Sanna Svarvadal, KÍ

Sarita Maria Mittfoss, HB

Margunn Lindholm, NSÍ

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland (DK)

Kára Djurhuus, HB

Julia Naomi Mortensen, HB

Olga Kristina Hansen, B36

Evy á Lakjuni, KÍ

Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, ÍVB

Mona Rasmusdóttir, ÍVB

Sara Samson Lamhauge, HB

Jacoba Langgaard, ÍVB

Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála

Heidi Sevdal, NSÍ

Dysturin millum Wales og Føroyar verður spældur 22. oktober.