Hópur av motorsúkklum á ferð leygardagin

Leygardagin verður skipað fyri árliga motorsúkklutiltakinum, Føroya MC Boogie

MOTORSÚKKLUR

Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Føroya-MC Boogie. Tað eru Føroya-MC og Føroya Ellisakfør, sum skiftast at skipa fyri. Hesaferð er tað Føroya-MC sum skipar fyri. Tiltakið verður leygardagin 4 mai.

Tiltakið verður skipað soleiðis, at møtt verður á Shell við ringvegin í havn kl 11, so verður staðið og prátað aftur við einum kaffimunni í ein tíma. Har verður eisini møguleiki at tekna seg til veitsluna, sum verðir um kvøldið.

Umleið kl 12 verður so koyrt avstað. Fryst verður koyrt ein túr gjøgnum býin, áðrenn farið verður norðureftir.

Koyrt verður norður til streymin, har ein lítil steðgur verður, har verður so møguleiki at býta restina av teininum í tveyt.

Tey sum ikki hava hug at koyra allan vegin runt Eiðisskarð kunnu koyra gjøgnum tummulin og møtast við hinum við shell støðina í gøtudali kl 15 meðan hini fara so runt Eiðisskar til Gjáar, har steðgað verður ein løtu, síðani verður koyrt til Shellstøðina í Gøtu, har steðgað verður um kl 15, har Shell bjóðar kaffi og køkur.

Aftur í ár fara vit at skipa fyri onkrari kapping, tá steðgur er í Gøtu.

Ein kapping verður í sniglakoyring, tað vil siga koyra ein tein so spakuliga sum møguligt,
onkur onnur kapping verður eisini. Aftaná Steðgin verður so koyrt aftur til havnar, har komið verður um kl 17, síðani verður farið hvør til sín at gera okkum klár til veitsluna, siga fyrireikararnir.