Samrøða
Christiansborg:
-Tað er lætt at geva USA, oljuni og George Bush alla skylduna, men tað geri eg ikki, tí viðurskiftini eru nógv fløktari enn so. Tað er einki dulsmál, at varandi kríggið millum Ísrael og Palestina nørir til hatur og ónøgd í øllum Miðeystri. Satt at siga eri eg ikki serliga bjartskygdur.
Fyrrverandi danski uttanríkisráðharrin, Niels Helveg Petersen, sær eitt sindur uppgevandi út, tá hann verður biðin um at siga sína hugsan um, hvussu heimurin á uttanríkispolitiska pallinum fer at síggja út um 10 ár. Inni á síni heldur óruddiligu skrivstovu á Christiansborg vísir royndi politikarin úr teimum Radikalu Vinstru á, at stríðið millum vesturheimin og londini í Miðeystri verður ómetaliga trupult at loysa.
-Tað eru grundleggjandi trupulleikar, sum eru merktir av áralongum politiskum og kensluligum ósemjum. Eg vænti ikki, at tað ber til at loysa knútin millum londini í Miðeystri og vesturheimin innan 10 ár, tí so nógv ár eru liðin uttan nakað úrslit. Tað frægasta, vit kunnu vóna, er at fáa friðartilgongdina á skinnaran aftur. Hetta krevur kortini, at bæði Ísrael og Palestina geva seg, men tað er lættari sagt enn gjørt, vísir Niels Helveg Petersen á.
67 ára gamli politikarin heldur ikki, at politiska gongdin í Miðeystri í løtuni betrar um møguleikarnar fyri friði og sínamillum forstáilsi millum vesturheimin og londini í Miðeystri. Hann sipar í hesum førinum serliga til valið í Palestina herfyri, sum fundamentalistiski, islamiski felagsskapurin, Hamas, vann.
Tað er kortini ikki bert í Palestina, at fundamentalistiskar islamiskar rørslur vinna seg fram í løtuni. Fleiri serfrøðingar vilja vera við, at framgongdin hjá afturhaldssinnaðum kreftum sum Hizbollah í Libanon, Jamaat í Pakistan, Shia-muslimarnir í Irak og úrslitið av forsetavalinum í Iran lýsir væl eitt rák í Miðeystri.
Hesar afturhaldssinnaðu kreftir mótmæla harðliga vesturlendsku ávirkanina og vesturlendskt herðvald í Miðeystri, og sambært Niels Helveg Petersen fara hesar fundamentalistisku rørslurnar ikki at skunda undir eina tilgongd, ið betrar um viðurskiftini millum vesturheimin og londini í Miðeystri, heldur tvørturímóti.
Hópoyðingarvápn
Niels Helveg Petersen er ikki í iva, tá hann verður spurdur, hvørjar størstu hóttanirnar eru móti heimsfriði í dag.
-Tað er uttan iva hópoyðingarvápn. Koma hópoyðingarvápn í hendurnar á teimum skeivu fólkunum, so sum forsetanum í Iran og einaræðisharranum í Norður Korea (Mahmud Ahmadinejad og Kim Jong II, blðm), kunnu skaðarnir gerast óbótaliga stórir, vísir hann á.
Tað eru serliga hesar báðar tjóðir, ið hava verið á breddanum, tá vit tosa um hópoyðingarvápn. Norður Korea hevur leingi verið undir stórum trýsti frá amerikumonnum, og seinastu vikurnar hevur USA vent kikaran á Iran. Í Washington hevur verið eitt dúgligt kjak, um ein herðnaðarlig loysn skal til fyri at loysa trupulleikan í Iran, men hesum mælir fyrrverandi uttanríkisráðharrin staðiliga frá.
-Verða vápn tikin í brúk, beri eg stórliga ótta fyri, at allur Miðeystur skjótt fer at standa í ljósum loga. Hóast tað gongur striltið við at finna eina diplomatiska loysn við iranar í løtuni, so trúgvi eg kortini, at allir diplomatistiskir møguleikar verða troyttir, áðrenn herðnaðarmegi kemur upp á tal. Hetta byggi eg fyrst og fremst á teir mongu trupulleikarnar, sum USA hevur í samband við kríggið í Irak. Amerikanska fólkið er alsamt meira skeptiskt viðvíkjandi krígnum í Irak, og tískil havi eg ómetaliga torført við at ímynda mær, at USA í næstum fer at leypa á Iran, sigur 67 ára gamli politikarin.
Yvirgangur
Fyrrverandi uttanríkisráðharrin vísir, ikki óvæntað, eisini á yvirgang sum eina veruliga hóttan móti vestlendsku samfeløgunum. Hann er kortini skjótur at leggja afturat, at yvirgangur ikki er eitt nýtt vápn til at hótta vesturlendsk samfeløg.
-Í Evropa hava vit havt hópin av yvirgangsfelagsskapum í seinnu hálvu av 20. øld. Fólk tykjast at halda, at yvirgangur ikki var eitt fyribrigdi undan 11. septembur, men ETA í Baskaralandinum, Rote Armee Fraktion í Týsklandi, Reyðu Brigadurnar í Italia og IRA í Norðurírlandi eru dømi um felagsskapir, ið hava framt nógvan yvirgang gjøgnum tíðina. Hinvegin er yvirgangurin frá teimum muslimsku yvirgangsfelagskapunum sum Al Kaida grundleggjandi øðrvísi, enn vit hava verið von við, og hetta setir nýggj og herd krøv til vesturlendsku samfeløgini, vísir Niels Helveg Petersen á.
Eftir álopini í Madrid, Istanbul og London havi fleiri vesturlendsk samfeløg hert innanhýsis trygdarviðurskiftini fyri at royna at byrgja fyri, at álop sum tey í Madrid, Istanbul og London ikki endurtaka seg. Felags fyri hesi omanfyrinevndu álop var, at talan var um borgarar, ið livdu ávikavist í Spania, Turkalandi og Onglandi, ið skipaðu fyri yvirgangsálopunum. Hetta hevur havt við sær, at stjórnirnar í fleiri evropeiskum londum hava millum annað givið løgregluni víðkaðar heimildir til at kanna telefon- og teldupostsamskifti hjá privatpersónum og at fáa persónligar upplýsningar frá eitt nú læknum.
Hesi inntriv hava eisini elvt til stríð millum borgarar og politikarar, sum halda at stjórnirnar fara ov langt og gera seg inn á persónligu rættindini hjá hvørjum einstaka. Fólk bera snøgt sagt ótta fyri einum sonevndum "Big Brother" samfelagið.
-Eg haldi, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at vit hava nøkur amboð til bæði at fyribyrgja og handfara møguligar yvirgangsatsóknir. Hinvegin mugu vit eisini verja grundleggjandi rættindi hjá okkara borgarum. Hetta er ein ómetaliga týdningarmikil balansugongd, vísir hann á.
Niels Helveg Petersen heldur, at skal danska løgreglan fáa heimild til at kanna samskiftið hjá privatpersónum, eiga hesar heimildir at vera tíðaravmarkaðar.
Í løtuni viðger Fólkatingið sonevnda "antiterror" pakkan hjá stjórnini, sum fer at geva donsku løgregluni víðkaðir heimildir.
Víðkan
Niels Helveg Petersen varð valdur á Fólkating fyri fyrstu ferð í 1966. Hann kann sostatt hátíðarhalda 40 ár á Fólkatingið í ár. Í tveimum umførum hevur hann sitið sum ráðharri. Í 1988 varð hann settur sum búskaparráðharri í Schluter-stjórnini, men hann er óivað best mintur sum uttanríkisráðharri í Nyrup-stjórnini. Tíðarskeiðið sum uttanríkisráðharri var bæði hendingarríkt og spennandi. Spurdur, hvør hendingarríkasta løtan sum uttanríkisráðharri var, svarar hann avgjørdur:
-Tað var uttan iva, tá sjøtul varð settur á arbeiðið við at fáa londini í mið- og eysturevropa upp í NATO og ES samstarvið. Bæði av trygdar- og búskaparávum var tað av alstórum týdningi at fáa tey fyrrverandi kommunistisku londini við upp í vesturlendska samstarvið. Víðkanin var eisini endaligi klúturin, sum vaskaði sárini frá kalda krígnum burtur, um eg kann málbera meg so.
1. mai 2004 var tann stóri dagurin hjá teimum baltisku londunum, Kekkia, Slovenia, Póllandi, Ungarn, Slovakia, tá tey saman við Malta og Kypros gjørdust limir í ES. Hóast 10 nýggj lond komu við í ES-samstarvið fyri bert tveimum árum síðani, heldur kjakið fram um hvørji nýggj lond eiga at sleppa upp í ES samstarvið. Innanhýsis í limalondum og millum limalondini eru hugsanirnar rættiliga ymiskar. Serliga turkiskur limaskapur hevur elvt til mikla øsing.
Niels Helveg Petersen er av teirri áskoðan, at tað er ein stórur fyrimunur hjá ES at fáa Turkaland upp í ES-samstarvið. Hann peikar á, at Turkaland kann fáa alstóran trygdar- og búskaparligan týdning fyri ES í framtíðini. Hann vísir kortini staðiliga á, at treytin fyri limaskapi er, at Turkaland má virða mannarættindi og virðir minnilutar, áðrenn nakar limaskapur kemur upp á tal. Spurdur, hvørji onnur lond eiga at koma upp á tal, tá vit umrøða nýggj limalond í ES, svarar hann:
-Tað vil altíð vera pláss fyri gomlu EFTA-londunum Noregi, Sveis og Íslandi. Bulgaria og Rumenia eru á gáttini at gerast limir. Londini á Balkan kunnu møguliga gerast limir í framtíðini. Slovenia er limur sum er, meðan Kroatia, Bosnia, Makedonia, Serbia og Albania framvegis hava langt á leið. Lond sum Ukraina og Moldova kunnu kanska um nøkur ár koma upp á tal, men tað liggur langt frammi í tíðini.
Tað eru ikki bara lond á evropeiska landakortinum, ið hava sýnt áhuga fyri at gerast limir í ES. Norðurafrikanska landið Marokko sendi í 1987 eina umsókn um ES-limaskap, men hon bleiv havnað á staðnum.
-Norðurafrika er landafrøðiliga uttanfyri Europa, og tí kann tað ikki koma upp á tal, at tjóðir sum Tunis, Marokko ella Egyptaland nakrantíð gerast limir, slær Niels Helveg Petersen fast.
Sorgarleikurin á Balkan
Tað vóru kortini ikki bara sólskinssøgur sum víðkanin av NATO og ES, sum fyltu uttanríkispolitiska pallin í nítiárunum. Kríggið í fyrrverandi Jugoslavia er ein sorgarsøga av teimum heilt stóru, og Niels Helveg Petersen sat á fremstu parkett hesi árini bæði í NATO og ES.
Fyrrverandi forsetin í Jugoslavia, Slobodan Milosevic, slapp leingi at hóreiggja sum honum lysti, áðrenn nakrir altjóða myndugleikar traðkaðu inn. Tað kennist eisini týðuliga á fyrrverandi uttanríkisráðharranum, at trupulleikin í Jugoslavia ikki varð loystur optimalt.
-Vit vórðu øll tikin á bóli av, hvussu leikur fór fram. Frá seinna heimsbardaga til Berlin múrurin fall gekk stillisliga fyri seg í Jugoslavia, men so gekk heilt galið. Grannar fóru at drepa frá hond, og tað var lítið hugaligt at síggja og lesa um hópdrápini í Srebrenica og etnisku útreinsingina í Kosovo, fortelur hann.
Niels Helveg Petersen hevði sæti í NATO, tá Slobodan Milosevic ótarnaður slapp at drepa frá hond í Srebrenica og Kosovo, og fyrrverandi uttanríkisráðharrin ásannar eisini í dag, at NATO vóru ov seinir á sjóvarfallinum og áttu at farið inn í kríggið áðrenn.
-Tað er altíð lætt at vera bakklókur, men stríðið á Balkan vísti einaferð fyri allar, at NATO er besta amboðið at nýta í slíkum stríðum. ST royndi í fyrstu atløgu at sissa partarnar, men tað var ikki fyrr enn NATO traðkaði til, at tað veruliga hendi nakað, fortelur hann.
Stóri bøðilin í fyrrverandi Jugoslavia, Slobodan Milosevic, doyði herfyri í sínum fangabúrið í Haag. Sum uttanríkisráðharri hitti Niels Helveg Petersen fleiri ferðir hópdrápsmannin úr Serbia. Hann hevur lítið gott at bera honum.
-Eftirmælið hjá Slobodan Milosevic verður alt annað enn gott. Hann vil verða mintur, sum tann, ið gekk á odda fyri hópdrápunum í Srebrenica og etnisku utreinsingunum í Kosovo. Hann gjørdi sínum landi stóran skaða. Orsakað av honum liva serbar í dag í svárari armóð, sigur Niels Helveg Petersen.
Bláa bókin
Navn: Niels Helveg Petersen
Føddur: 17.januar 1939
Kona: Kirsten Lee
Børn: Morten (f.1966) og Rasmus (f.1968)
Flokkur: Radikali Vinstri
Útbúgving: Cand. Jur frá København Universitet
Politisk karriera: Valdur í Fólkatingið í 1966. Politiskur orðførari 1968-74. Eitt skifti formaður í Radikala Vinstra. Búskaparráðharri 1988-90. Uttanríkisráðharri 1993-2000.