Høpisleys skriving

Daniel Jensen, sum í fyrrakvøldið gjørdist danskur matchvinnari í Portugal, hevur nú sagt, hví hann og liðfelagarnir framdu kollektivt boykott móti donsku miðlunum. – Vit hildu okkum hava fingið óneyðuga nógvan kritikk frá nøkrum miðlum, og hesum vóru vit troyttir av. Tað var bara nakað, sum vit gjørdu av í skiftirúminum. Og hetta var ikki meint sum kritikkur av fjepparunum. Fyri mítt viðkomandi má eg bara siga, at eg havi ilt við at taka tað í álvara, tá persónar skriva um viðurskifi, sum teir als ikki hava skil fyri, sigur Daniel Jensen við bold.dk.