Fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan var ikki meiri enn farin úr Sýrialandi, tá tíðindastovurnar bóru tíðindi um eitt hópdráp í býnum Homs. Sagt verður, at líkini av 26 børnum og 21 kvinnum eru funnin í býarpørtunum Karl el-Zaytoum og al-Adawijeh.
Ein talskvinna fyri ein sýriskan mannarættindafelagsskap sigur, at tað vóru menn hjá trygdardeildunum, sum framdu illgerðina í gjárkvøldið, og at teir gingu hús úr húsi og myrdu tey, sum inni vóru. Almenna sýriska sjónvarpið sigur harafturímóti, at tað eru vápnaður yvirgangsmenn, sum hava ábyrgdina.
Tann størsti andstøðufelagsskapurin í Sýrislandi vil hava trygdarráðið hjá ST kallað saman til at viðgera tað seinasta, sum er hent í Homs. Sagt verður, at felagsskapurin fer at seta seg í samband við felagsskapir og lond, sum vilja sýriska fólkinum væl, og at málið er at fáa ST-trygdarráðið at umrøða tann seinasta tilburðin í Homs.