Rolf Guttesen
Sum ikki einaferð røkir SvF gamlar mytur. Tað er ikki uppgávan hjá einum ”public service” miðli at servera gamalt tvass. Sendingin ”Dagur og Vika” tann 28.2.07 eitt keðiligt dømi um, at journalisturin ikki dugdi síni ting, og at sjónvarpið, sum stovnur, ókritiskt bar hansara møsn víðari.
Eg skal endurgeva tað, sum sjónvarpsmaðurin segði í hasi vanlukku sending, hóast ikki var tað nógv. Sum upplegg til sjónleikin, meðan kameraið panorerar yvir Kongabrúnna og Fútastovu, fortelur journalisturin okkum hetta:
”Íslendska flaggið fer skjótt at veitra yvir Fútastovu. Men í Reykjavík kann føroyska flaggið ikki veitra yvir føroysku sendistovuni. Nei, har skal Dannebrog vindast á stong.”
Ivasamur leiklutur hjá SvF
Hesin stutti setningur er fyltur við feilum úr enda í annan.
Fyri tað fyrsta er tað einki nýtt, at Ísland hevur havt konsulat í Havn, og at íslendska flaggið hevur veitrað har. Fyrst í Tróndargøtu, har Trygve Samuelsen var konsul. Síðani úti við skipasmiðjuna, tá Mohr fekk heiðurin at vera konsul hjá Lýðveldinum Ísland.
Í næsta setningi verður komandi føroyska umboðið í Íslandi kallað ”sendistova”. Tað føroyska orðið sendistova merkir í dag vanliga ambassada. Og Føroyar, sum ein partur av Ríkisfelagsskapinum, kunnu, sum eg fyrr havi víst á, ikki hava ambassadur aðrastaðni. Ongin – heldur ikki Ísland – hevði viðurkent eina føroyska pseudo-ambassadu. Í setningunum er eisini undirforstaðið, at íslendingar fara at opna eina sendistovu (ambassadu) í Fútastovu. Tað passar heldur ikki. Tað ber ikki til eftir galdandi reglum. Ísland fer at hava eitt generalkonsulat har. Og tað er púra í ordan, eftir galdandi reglum.
Síðsti setningur er super-tendensiøsur. Journalisturin letur tað ljóða, sum har fer okkurt maktmisbrúk fram frá danskari síðu. At danska flaggið skal hanga uppiyvir einari føroyskari ambassadu. Hatta er tvætl. Ella heldur maktmisbrúk og manipulatión frá sjónvarpsins síðu!
Ósømilig háðan av Løgmanni og Statsministara
Poul Mohr, íslendskur konsul (ikki ambassadørur ella sendiharri) fortelir millum annað um, at hann meinar, at íslendingar eru teir einastu í verðini ”sum virða okkum sum tjóð.” Hetta er ein merkiligur og púra ósannur pástandur. So kemur hann (íslendski konsulin) við ymsum háðandi viðmerkingum um Føroya løgmann.
Millum annað hetta: ”Kemur Jóannes Eidesgaard til Keypmannahavnar, so smekkar hann (tað er Fogh, statsministari) hurðina aftur í nøsina á honum… hann (JE) kemur aftur sum av torvheiðum. Nei, í Íslandi verður hann móttikin sum forsetisráðharri hjá einari frí … frælsari tjóð” (Teljarin á Svf-netútgávuni stendur her á 29.19). Hetta ein søga, sum einki hald hevur í veruleikanum. Eitt fantasi-fostur ella reinur heilaspuni. Men hetta er samstundis ein álvarslig háðan av bæði Føroya Løgmanni og Statsministaranum Anders Fogh Rasmussen.
Journalisturin bergtikin av mytum og propagandu
Øllum hesum gloypir ein mikrofonhaldari hjá Sjónvarpinum. Og spyr so út í bláa luft:
”Nøkur góð ráð?”
Nú er maðurin bergtikin av øllum tí nationala møsninum hjá Poul Mohr og vil hava meira.
Ja, Poul svarar, at Jóannes Eidesgaard ”bara skal vera djarvur!” - og fara í egna sendistovu og ikki hava ”danabrókina” við. Aftur eitt spottandi orð um flaggið hjá tí stati, har hann sjálvur fungerar sum konsul, umboðandi Ísland. Dannebrog merkir aldeilis einki har á leið, dana-brók?. Fyrsta stavilsi danne- beskrivar ein lit, eins og ’tan’ á eingilskum merkir ljósabrúnur ella reyðbrúnur. Sama ’tan’ sum sagnorð merkir at garva, so at skinnið fær ein reydligan lit. Dannebrog merkir í sínum uppruna: eitt reyðlitt plagg, klædnastykki. At tað plattýska ’brok’ hevur sama etymologiska uppruna sum brók er so nakað annað.
Journalistur leggur upp til sjálvtekt
Men mikrofonhaldarin hjá sjónvarpinum frøist og er hugagóður:
”Tað er kanska tað hann skuldi gjørt? Bara hongt Merkið upp og sett veðraskjøldurin á. Og so einki annað?” Sigur maðurin ikki, at tað er í lagi at inna sjálvtekt? Íslendski konsulin Poul Mohr heldur fram, tileggjaður av sjónvarpinum:
”Og so latið hinar komið og tikið tað niður!”
Studentaflaggið var ikki viðurkent av nøkrum,
heldur ikki Føroya løgtingi
Ja, hatta var gloypubiti.. So kemur øll mytan um Stauning á Tingvøllum í 1930 og føroyska studentaflaggið, sum ikki var viðurkent av nøkrum. Fyrst klutraðu íslendsku vertirnir, og heysaðu tað litauiska flaggið upp í staðin fyri Dannebrog. So kom eitt ikki-autoriserað studentaflagg upp, og ikki løgtingsflaggið, sum var veðramerki. Ei dáni í, at fólk undraðust, og fýltust á íslendsku fyrireikingina.
Og nú skal journalisturin frá Sjónvarpi Føroya taka samanum og koma til eina niðurstøðu: ”So tað er eitt afturstig frá 1930, tá vit bóru Merkið fram á Tingvøllum, hetta sum nú hendir?” Hatta er eingin reellur spurningur? Hatta er at servera eitt givið svar.
Her leggja Poul Mohr, Sjónvarpið og aðrir við teimum upp til eina planlagda ”flagggølu” av veruligum dimensiónum. Hendingin á Tingvøllum fyri fleiri mansaldrum síðani verður sum mjólkavatn afturímóti hesi provokatión.
Og hvat hendir?
Eg skilji væl, at íslendski staturin setir ein nýggjan generalkonsul, sum dugir tær diplomatisku reglurnar og at umboða sítt land á tignaligan hátt.
Men eg skilji ikki rolluna hjá Sjónvarpinum. Ella skal man skilja hana allíkavæl?
Tó, Landsstýrið hevur eisini lagt upp til forvirring og stríð. Teir vita væl, at føroyska”sendistovan” ikki er nøkur ambassada. Men teir kalla tað bara ”sendistovu” allíkavæl. Hetta er sum at spæla fólk í húsi.










