Eirikur Lindenskov
? Eg skal ikki siga, at fólk lúgva. Men tað er hugstoytt at hoyra landsstýriskvinnuna í almanna- og heilsumálum siga hálvar sannleikar.
Hetta sigur Finnur Johansen, fólkapensjónistur, við Sosialin, eftir at hann hevur staðfest, at pensjónistar ikki fáa ta hækking, sum Helena Dam á Neystabø hevur tosað um.
? Tað frøddi meg, at bæði eg og konan kundu fáa eitt sindur oman á fólkapensjónina - tí alt ger mun, sigur Finnur Johansen.
? Men pensjónin er als ikki broytt, tí tað er ikki fólkapensjónin, sum hækkar, men ískoytið, vísir Finnur Johansen á.
Hann sigur, at ískoytið, ikki tað sama sum fólkapensjónin.
? Vit eru so nógv, sum ikki fáa hatta ískoytið, tí vit hava aðra pensjón.
Finnur Johansen heldur tað vera í lagi, at tey, ið ikki hava aðra pensjón, fáa eitt sindur meira. Men hann heldur tó, at nakað átti at verið lagt oman á grundpensjónina, tí hann heldur tað vera órættvíst, at hjúnarfelagin skal ávirkast av pensjónini hjá hinum partinum.
? Sjálvandi kann konan eisini liva av mínari privatu pensjón. Men tað er órættvíst, at hon ikki skal fáa fullu fólkapensjónina, tá hon hevur arbeitt sum handverkari í mannaminni, sigur Finnur Johansen.
Hann leggur afturat, at hann sjálvur hevur goldið sína egnu pensjón - og at hann eisini hevur goldið til fólkapensjónina.
? Tað er spell, at fjølmiðlarnir einki gera við tað, at ein landsstýriskvinna sleppur at bera seg fram við hálvum sannleikum.
? Har áttu tit at verið meira árvakin.