Ongland
Fyri viku síðani slapp Claus Bech Jørgensen fyri fyrstu ferð at byrja millum teir fyrstu ellivu hjá Bradford, og eftir øllum at døma gekst hendan royndin so hampuliga væl.
Í øllum førum var hálvi føroyingurin aftur hesa ferð millum teir fyrstu ellivu, tá Bradford leygardagin vitjaði Barnsley, sum eisini er í niðaru hálvu í deildini.
Málríkt
Talan gjørdist um ein rættiliga málríkan dyst, har Jørgensen var á vøllinum í samfullar 90 minuttir.
Framman fyri knøppum 14.000 áskoðarum legði fyrrverandi Manchester United Stjørnan, Lee Sharpe, Bradford á odda, men tað var tó skjótt, at Barnsley svaraði aftur. Við málum frá Chris Lumsdon og Mike Sheron vunnu teir seg upp á 3-1, og leingi var líkt til, at hetta skuldi gerast endaliga støðan, men við tveimum málum í seinastu tiggju minuttunum eydnaðist tó Ashley Ward at javna fyri Bradford.
Bradford, sum í fjør spældi í Premier League, er nú á 16. plássinum í ensku 1. deild við 36 stigum fyri 29 dystir.