Ein 21 ára gamal maður varð i Føroya rætti fyrrapartin dømdur seks mánað treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskap. Dómurin var so harður, tí maðurin hevði framman undan ein treytaðan dóm fyri harðskap, og royndartíðin var ikki úti, tá ið hann framdi nýggj brotsverk.
Eitt mál var um, at hann hevði rent albogan inn í bringuna á einum ungum manni, sum svímaði av stoytinum.
Grovasta málið var eina ferð, tá ið fleiri ungir menn høvdu verið inni á einum vertshúsi í Havn. Tá ið nakrir teirra skuldu fara heim, stóð tann ákærdi har. Hann og ein av hinum tóku í bringuna á hvørjum øðrum, meðan teir skeldaðust. Teir komu longur og longur út móti bryggjukantinum, tann stóri ákærdi maðurin helt hinum út yvir kantin, og tann minni maðurin fór á sjógv. Um hin misti takið ella slepti, kom ikki fram í rættinum.
Tann, sum endaði á sjónum, meldaði ikki tilburðin fyyrr enn væl seinni. Hann hevði aftur verið áfastur við tann ákærda, sum segði seg saktans kunna tveita hin á sjógv eina ferð enn.
Hóast verjin royndi a ber í bøtuflaka við, at vitnini nú royndu at bagatellisera hendingarnar, varð maðurin dømdur hálvt ár í fongsul. Av tí hann hevði ein treytaðan dóm, og her komu trý mál aftur, skal dómurin fullførast.